Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Viðmerkingar til: Uppskot til Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Húsalánsgrunn (Heimild at stovna almannagagnlig bústaðafeløg, økt lániheimild og útlendsk fígging, o.a.) til hoyringar

Nágreiðning av hugtaki:
Fyrst eigur at nágreinast, hvat er almannagagnligt? Tá tað er gjørt, kemur ein skjótt til tað niðurstøðu, at tað er ein ómøgulig uppgáva. Tí ein kann siga, hetta um so nógv og tó einki ítøkiligt. Hví ikki stovna almannagagnligar matvøruhandlar, almannagagnlig orkufeløg til upphitan av húsum ella almannagangligar peningastovnar uttan rentur? Einhvør dugir at síggja, at tað er burtur úr vón og viti, tá politikkarar koma við slíkum uppskotum.

Fíggjarligt haldføri
Bústaðir er farið frá at brúka 350 mio. kr. í uppsparing og 0 kr. í skuld til onga uppsparing og 250 mio. í skuld. Síðani til 700 mio. í skuld. Nú ætlar man at loyva teimum at lána upp til 1.050 mio. í skuld. Nær steðgar lánskarussellin og nær brestur bløran?

Bústaðir hava havt eitt miðal undirskot á 1,439 mio. kr. hvørt ár tey seinastu 8 árini. Eginognin hevur í sama tíðarskeiði verið støðugt minkandi. Skuldin er støðugt økt úr indeks 100 upp í indeks 7353, ella í miðal tvífalda hvørt ár. Hetta tilsamans, er uppskriftin uppá eina stóra fíggjargølu – um nøkur ár, sum vit fleiri ferðir fyrr hava víst á. Teirra virksemi er ikki burðardygt og er beinleiðis óforsvarligt.

Fíggjarstøða landsins 2022 (síða 8-9)
• Virðisbrøv sambært Landsroknskapinum er: 1.894.788.163 kr.

• Innanlandsskuld sambært Landsroknskapinum er: -3.540.842.125 kr.

• Netto skuldin er: -1.646.053.962 kr.

Bústaðir: -1.050.000.000 kr.

Netto skuldin økt við 63,8%: -2.696.053.962 kr.

Hetta vísir, at netto landskassaskuldin er 1,6 mia kr, men bara Bústaðir hevur upp á fá ár næstan tvífalda landskassaskuldina. Hetta burdi verið víst í Landsroknskapinum sum Landsbankin fyrr hevur nevnt í miðlunum. Ti Landskassin heftir í seinastu løtu tá Bústaðir kemur í fíggjarligt trot, hóast tað í viðmerkingunum verður víst á, at tað ikki hevur fíggjarligar avleiðingar fyri landi. Tað vísur bert hvussu illa lóggararbeiði er fyrireika og lýst. Hetta kemur heilt sikkurt at eisini at ávirka kreditratingina hjá Føroyum.

Fyrisitingarrættur
Tá privatir byggiharrar skulu senda umsókn um byggiloyvi v.m. inn til kommunur, so verða skjølini í framtíðini viðgjørd av einum kappingarneyta. Eigarin og/ella nevndarlimir í bústaðarfeløgum har kommunur luttaka, koma at fáa innlit í trúnaðarskjøl hjá kappingarneytum. Trúvirði og gegni hjá kommunum heldur ikki til tað. Hetta er eisini í andsøgn til fyrisitingarlógina kap. 2.um ógegni.

Fyrisitingarlógin kap. 2 hevur fleiri ásetingar sum skal tryggja gegni innan almennu fyrisitingina. Í grein 3 nr. 3 verður m.a. nevnt, at um: ”viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum.” Eisini stendur tað t.d. í nr. 5: ”tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum.” Hesi viðurskiftið koma til einhvørja tíð til at verða ein trupulleiki hjá kommunini vegna tað, at tað kommunan kemur at hava ein serstakan áhuga í úrslitinum hjá kommununi og kappingarneytanum. Eisini kemur kommunan til einahvørja tíð at taka partíð við egnum verkætlanum tá serlig atlit, útboð. kærur, kappingarviðurskifti v.m. skulu viðgerast. Vit meta, at kommunala gegni verður sett til síðis við hesi lóggávu, og tað kemur at viðføra brot og misálit á galdandi fyrisitingarlóggávu.

Kappingaravmarking
Lagt verður upp til, at 10-20% skal latast í stuðli til nakrar tilvildarligarar verkætlanir hjá Bústaðir og teirra partafeløgum (har aðrir eigarar eru). Tykkum kunnugt, kunnu kommunalir pengar ikki nýtast til endamál, sum bert kunnu koma einum avmarkaðum skara av borgarum í kommununi til góðar.

Talan er um intriv, sum eru sera kappingaravlagandi ímóti øllum tí privata geiranum. Ikki bert okkum sum byggja fyri at leiga út sum vinnuveg, men eisini teimum mongu føroyingum sum hava brúkt nógvan pening uppá at gera íbúðir sum part av teirra húsum til útleigu. Hetta kann viðføra stór tap fyri nógvar føroyingar, og er harvið møguliga endurgjaldsskyldugt.

Lóggaruppskotið leggur upp til, at kommunur fara í kappingaravlagandi virksemi, ímóti teirra egnu skattaborgarum. Kappingarlógin kapitul 1, 2, 3 og 4.

§ 2. Løgtingslógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi og almennum stuðli til vinnuvirksemi... ”§ 6. Ikki er loyvt fyritøkum og øðrum at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina.

Stk. 2. Avtalur eftir stk. 1 kunnu til dømis vera: 1) at áseta keypsprísir, søluprísir ella aðrar viðskiftatreytir,” Bústaðir hevur ført fram alment, at søluprísurin (húsaleigan) verður ásett grunda á kostnaðarstøði. Um 20% verður lati i stuðli, so verður kostnaðarstøði 20% lægri hjá teimum ímun til privata geiran. Tá vil ein húsaleiga í øllum førum verða stuðla við 20%. Tað er ólógligt sambært grein 6 nr. 1. í kappingarlógini.

Í nr. 2 í somu grein er ásett: ”2) at avmarka ella stýra framleiðslu, sølu, tøkniligari menning ella íløgum,”

Ein stuðul á 20% kemur at avmarka íløgunar hjá privata geiranum. Tí privat koma at hava ein útveganarkostnað sum er í øllum førum 20% hægri, enn almenna Bústaðir. Øll duga væl at síggja, at privata vinnan kann ikki kappast tá. Flest øll kenna til aktuellu støðuna sum hevur verið frammi í sambandi við Føroya Tele. Dømini eru fleiri, har ført hevur verið fram, at: ”§ 11. Ikki er loyvt eini ella fleiri fyritøkum og øðrum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.” Við hesum lóggaruppskotið, kemur Bústaðir at misnýta sína marknaðarstøðu.

§ 12. Kappingareftirlitið kann geva boð um, at almennur stuðul til fyrimuns fyri ávíst vinnuvirksemi skal steðga ella afturrindast. Stk. 2. Boð sambært stk. 1 kunnu gevast, tá ið almenni stuðulin: 1) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls ella sum avleiðing at avlaga kappingina, og..”

Eru hesi kappingaravlagandi viðurskifti ikki galdandi fyri Bústaðir og teirra partafeløg? Vit meta, at hetta lóggaruppskot er brot á kappingarlógina.

Kommunustýrislógin
Í kommunustýrislógini kap. 9 er ásett “§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.

Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.

Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum.”

Eingin veit hvat almannagagnligt er? Tað eigur at lýsasat og er ikki gjørt tað í lógarteksinum. Danir eru farnir frá hesum hugtakið. Tá man ikki veit, hvussu man skal grundgeva, ja, so kann man bara nevna tað almannagangligt ella non profit. Tað eru heldur ongar serligar orsøkir her.

Hetta uppskot er so avgjørt ikki til frama fyri vinnulívið. Tvørtur ímóti er hetta ein beinleiðis skaði fyri vinnulívið. Tí framyvir ferð eingin at taka kappingina upp við Bústaðir – um hetta verður framt í verki. Eisini kemur tað greitt fram, at ein kommuna ikki kan taka lut í vinnuligum virksemi sum hevur vinning fyri eyga. Í fragreiðingin um bústaðarpolitisk átøk á síðu 36 førir Bústaðir fram, at teirra vinningur (avkast) er 3,4%.

Tann 28.03.2023 var samrøða við sjóran í Bústøðum í Kringvarp Føroya, har hann og stjórin í LÍV førdu fram, samstarvið við LÍV skal tryggja LÍV kundum ein nøktandi vinning (avkast), og íløgurnar skulu koma kundunum í LÍV til góðar.

Er tað so kundarnir hjá LÍV sum eisini skulu fáa ágóðan av eini gávu á 20% frá kommunum?

Tá stjórin í Bústaðir alment boðar frá, at teirra virksemi er við vinnigi fyri eyga (tí teir rokna sær ein vinning á 3,4% ) og teirra samstarvsfelagið sigur tað sama, so er tað væl tað at Bústaðir ynskir. Nakað annað er so tað, at Bústaðir hevur aldrin klára at havt vinning. Tað er so ein onnur søga.

Tískil er hetta lóggaruppskot brot á kommunustýrislógina grein 50. (Hetta kemur eisini at skeikla galdandi skattalóggávu, tí gávur eru skattskyldugar frá kommunum til Bústaðir og feløg.)

Kunngerð um alment útboð og vinnufelagslóg
Tað er Bústaðir í hvørjum einstøkum føri sum hevur sjálvstøðuga heimild til at fara undir verkætlanir og leiðsluna um hendi. Hóast kommunur stuðla við upp til 20% í skattafíggjaðum gávum – sum vit øll rinda fyri í kommunuskatti. Tvs. okkara egni kommunuskattur skal nýtast til at niðurlaga okkara egna virksemi.

Um man frá almennari síðu leggur upp til, at man ætlar at dumpa prísirnar, so er talan um ólógligt virksemi. Tað verður Finsen, Biskupstorg, Úti á land v.m. umaftur. Hava politikkarnir einki lært av gølunum?

Partafeløg stovna av Bústaðir verða síðustilla við Bústaðir. Tvs. at reglur verða ikki eins fyri øll partafeløg, tí nøkur hava serrættindi – nevnliga tey partafeløg sum Bústaðir er partur av. Tað verið seg tey serrættindi sum Bústaðir fær í sambandi við keyp av lendi og/ella at móttaka av gávum frá kommunum. Tað er ivasamt, um hetta er í trá við galdandi vinnufelagslóggávu. Hartil kann leggjast afturat, at partafeløgini, har aðrir eigarar eru við, koma at fáa 20% í gávu frá kommunum. Hetta er púra burturvið.

Kunngerð um alment útboð grein 1 og 2 ásetur, ”§ 1. Um ikki annað er ásett í lóggávuni, skal fastogn hjá kommununi verða boðin út alment,” Undantøk eru tá talan er um sølu til landsmyndugleikar í grein 2. stk. 1.

Bústaðir er ikki landsmyndugleiki, og teirra partafeløg eru slettis ikki tað. Dømini har kommunur hava lati 10 tals mio. kr. í stuðli til Bústaðir eru fleiri, har Kommunala Eftilitið tíverrri hevur snork sovið.

Tí er hetta lóggaruppskot eisini eftir okkara tykki brot á hesa lóggávu, og kemur at gera óskilið enn størri.

Fleiri av hesum viðurskiftum eru møguliga endurgjaldsskyldugt, og eru ólógligt sambært galdandi kappingarlóg, kommunustýrislóggávu, fyrisitingarlóg og kunngerð um alment útboð.

Mæla frá
Hetta lógaruppskot fer at tarna øllum privatum innitiativi í at byggja fleiri leigubústaðir og harvið leinga munandi um árini við bústaðarmangli.

Hugsa vit rættvísi, so er tað undir ongum umstøðum rættvíst at bæði vinnulívsfólk og privatfólk skulu rinda kommunuskatt og hesin peningur skal brúkast ímóti teirra egna virksemi.

Vit mæla tí staðiliga frá, at lógaruppskotið verður samtykt.

Gordon Rajani, stjóri
MARK

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo