Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vísandi til mítt fyrra lesarabræv, vil eg her greiða eitt sindur frá, hvussu lógaruppskotið um “Burðardygga Ferðavinnu” kann broytast til eitt frægari uppskot fyri okkum vinnurekandi.

Endamálið við lógini er, sambært uppskotinum, at “gera ferðavinnuna til eitt týðandi íkast til samfelagsbúskapin”. Hetta vil Landstýri náa, við at frátaka okkum ferðavinnurekandi og bóndunum kring landið møguleikan at taka pening frá ferðafólkum og í staðin vil Landstýrismaðurin taka tilsamans 20 milliónir krónur inn í “Náttúruverndargjaldið”, ið síðani skal deilast út aftur, minus eina meting av 1,5 millión í umsiting.

Sostatt koma í besta føri 9,25 milliónir út til kommununar, sum eftir lógaruppskotinum skulu hava ábyrgdina av náttúruni. Kommununar skulu somuleiðis gera gøtur har tað krevst.

Ein gøta út í hagar, har mong ferðafólk ganga, kostar millum eina og tvær milliónir fyri hvønn kilometur, alt eftir lendi og umstøðum annars. Tá er einans tilfar og grevstur íroknað. Maskinur, arbeiðsløn og annað kemur aftrat. Sostatt megna allar kommunur í landinum at fíggja tilsamans millum 4 og  9 kilometrar av gøtum við hesum Náttúruverndargjaldið. Bert út í Kallin á Kalsoy, ein farleið ið bara veksur hvørt ár, er tørvur á eini gøtu fyri 6 til 7 milliónir krónur, 9 til 11 milliónir, um hon skal gerast á besta hátt.

Um Klaksvíkar Kommuna fær alt náttúruverndargjaldið, fer hon kanska at kunna fíggja hesa gøtu sjálv, men tá gjaldið skal deilast millum allar kommunur, eftir einum býtislykli vit ikki kenna enn og sum kann broytast, alt eftir hvat hvør Landstýrismaður metir, kann tann gøtan væntast at taka millum 5 og 7 ár at fíggja við náttúruverndargjaldinum og eini 2 ár afturat til arbeiðið, so um eini 7 til 9 ár er hon væntandi liðug. Tað merkir, at um alt náttúruverndargjaldið hvørt ár fer til eina kommunu, so megnar tann kommunan at gera EINA gøtu tað árið.

Fær bóndin hinvegin loyvi at taka gongugjald frá øllum útlendingum, ið ynskja at fara í haga hansara, kann hann fíggja og gera fyrstu gøtuna upp á 2 ella 3 ár, um hann ger alt arbeiðið sjálvur.

Eg meti eitt Náttúruverndargjald verða eina áhugaverda og gongda leið, men tað eigur ikki at koma í staðin fyri verandi og vælvirkandi skipan við gongugjøldum. Hetta gjald kann í staðin geva kommununum eina henta inntøku, til at byggja neyðugt infrakervi, so ferðavinnan kann virka betri. Her hugsi eg serliga um parkeringsmøguleikar, kunningarstovur, almenn wc, ruskíløt og annað líknandi.

Eisini dámar mær tann partin, har kommunur saman við teimum ið hava hagan um hendi, gera eina Ferðavinnuætlan fyri økini, har nærri reglur og treytir blíva fastløgd, eins og ein yvirskipað meting av tørvinum fyri infrakervi, gøtum og annað kann skjalfestast og samskipast millum bóndan og kommununa.

Har skal tó havast í huga, at áhugamálini hjá bóndanum mugu vigast hægri enn nakað annað.

Vit í ferðavinnunið ynskja ongantíð, at okkara áhugamál fáa hægri raðfesting enn áhugamálini hjá teimum, ið varða av høgum, bygdum og økjum, har vit vitja við okkara ferðafólkum. Kenna tey lokalu seg ikki hoyrd og ynski teirra vird, so kenna vit okkum sum óbodnar gestir og er tað ikki ein uppliving, ið vit vilja bjóða okkara ferðafólkum. Tað eigur altíð at vera okkara ábyrgd, at vit halda okkum til tað, ið tey lokalu ynskja fyri sín heimstað. Lógaruppskotið leggur upp til tað øvugta, har gesturin skal kunna fara sum teimum lystir og mutar bóndin ella bygdafólkini ímóti, ja so fellur straffur alt eftir sinnalagnum hjá Landstýrismanninum.

Lat meg sláa heilt fast við sjey-tumma seymi! Okkara náttúra er tað, ið útlendsku ferðafólkini ynskja at uppliva! Ein lóg, ið gevur útlendingum frítt at fara allastaðni teimum lystir, uttan nakra veruliga avmarking, er náttúruoyðandi.

Eg veit væl, at í lógaruppskotinum eru náttúruverndir við, so sum at tað er bannað at órógva djóralív, taka egg, steinar, plantur og annað, men hetta er í veruleikanum sum at sletta vatn á gás. Uttan so at løgreglufólk blíva sett út í náttúruna fyri hvørjar 100 metrar, so er lógin einans ein áheitan og ikki nøkur forðing. Eg veit væl, at summi siga at skelting og kunning fyribyrgja slíkum atburði, men tað samsvarar ikki við veruleikan ella okkara praktisku royndir við ferðafólkum. Einasta sum virkar, er eftirlit á staðnum og einasti handfariligi háttur at fremja hesa lógaráseting í verkið, er við at krevja at ein staðkendur og/ella góðkendur ferðaleiðari er við á øllum túrum hjá útlendingum út um bøgarðarnar.

Eg vil líka nevna nøkur fá dømi av mongum, ið eg persónliga havi upplivað við ferðafólkum kring landið, sum prógva at skelting og kunningarfaldarar ikki virka:

Eg havi mangan sæð fólk flogi við dronum, meðan dronutaska teirra stóð styðja upp móti skeltinum ið bannar dronuflúgving í økinum, eisini úti í Mykinesi.

Eg havi mangan sæð fólk stigi upp um girðingar og tráð og beint framvið skeltum, ið banna gongd á bønum, stutt áðrenn bóndin skal til at sláa bøin.

Eg havi sæð riðil av útlendingum, uttan føroyskan ferðaleiðara, gingið seg beint inn í fjallgongur og spjatt allan seyðin, so fjallgongan spjaddist.

Eg havi upplivað útlendskan bólk, ið flennandi stóð kring ein persón, ið hevði allan armin inni í lundaholu í Mykinesi, meðan tey brosandi greiddu mær frá, at tey einans ynsktu at taka pisuna út eina løtu, so tey kundu taka myndir av henni.

Eg havi upplivað ferðafólk runnið eftir seyði fyri at fanga eina ær og lamb hennara, fyri síðani at draga tey til ein stóran stein, so tey kundu taka myndir saman við teimum.

Hettar og mangt afturat havi eg upplivað, har ferðafólk leggja alt vit, skil og kunning til viks, tí allarheilagasta myndatøkan vigar hægri enn atlit til náttúru og enntá egið lív og heilsu. Tey ganga ytst á eggini ella niðri í fjøruni, har lív teirra eyðsæð er í stórum vanda, hóast forboðs- og ávaringarskeltir. At ongin ólukka er hend enn, er eitt undir, ið vit skulu vera sera takksom fyri.

Ein slík ólukka skal bert henda eina ferð, so er skaðin óbótaligur fyri ferðavinnuna.

Tí vil eg heita á Landstýrismannin um ikki at taka møguleikan frá bóndrunum at taka gongugjøld, men heldur at seta í lógina, at øllum er frítt at fara eftir gøtum og rásum í haganum, so leingi tey hava goldið fyri tað og hava staðkendan og/ella góðkendan ferðaleiðara við sær, serliga har tað kann standast vandi á leiðini.

Jógvan Hovshólm
Stjóri í Faroeway Adventures, ferðaskrivstova og útferðaveitari í Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo