Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var um reppið, at mikudagurin 22. apríl 2020 gjørdist ein størsti harmadagurin í føroyskum mentanarlívi.

 

Um fimmtíðina kom eldur í eina ruskspann sum stendur við bygningin sum hýsir myndasavninum hjá fornminnissavninum. Tíbetur komu boð til sløkkiliðið skjótt, og teir vóru kvikir niðan og fingu bast eldinum áðrenn hann hevði fest rættiliga í. Men har var lítið út at geva. Hevði hetta hent á nátt, so høvdu vit bert sæð rovini av húsunum í dag.

 

Í myndasavninum eru ótrúliga nógvar myndir. Bara fyri at nevna eitt dømi, so hevur savnið fingið allar tær myndir sum tiknar vóru í bókabúðini hjá H. N. Jacobsen. Har komu fólk inn at avmyndast og skrivað er upp hvør ið skuldi fáa rokningina, so tað er lætt at finna fram til hvør ið er at síggja á myndunum og fáa fyrsta floks kopi út frá upprunafilmunum.

 

Men hetta var alt um at fara upp í royk.

 

Hetta er eitt dømi um hvussu lítlan dent myndugleikar okkara leggja á søgu okkara. Vit nýta pening til mangt og hvat, men hava ikki ráð til at gera hús, har okkara søguligu keldur kunnu verða goymdar undir tryggum umstøðum. Hetta kostar, og samstundis sum vit syngja “Latið ei søguna doyggja” lata vit tær søguligu keldurnar fara fyri skeyti í órøkt.

 

Vit kunnu vóna, at ein skelkur sum hesin fer at fáa okkara myndugleikar til at ressast við og fær teir at taka betri partar fyri.

 

Zakarias Wang

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo