Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyri eini tíð síðan søkti Eysturskúlin um játtan frá býráðnum at keypa glastrevjabát. Á sjóvinnubreytini í Nám X hava næmingar, sum hava áhuga fyri okkara høvuðsvinnu og áhuga fyri sjóvinnu sum lívsstarvi, møguleika at nema sær átøðiliga og praktiska vitan og royndir.

Sjóvinnubreytin í Eysturskúlanum er býtt í tveir partar, annar er sjógvurin og praktisk læring, hin er ástøðilig undirvísing. Í praktiska partinum læra næmingarnir um sjómansskap, og tá tað viðrar eru teir á floti og hava møguleika at royna ymsan reiðskap.

Ástøðiligi parturin er undirvísing, sum er skipað av lærarum á Vinnuháskúlanum og við skúlaárslok hava næmingarnir møguleika at fáa prógv fyri frítíðarsiglarar. Aftrat hesum fáa næmingarnir trygdarskeið.

Praktiski parturin á sjónum er treytaður av, at næmingar hava atgongd til bát. Í apríl samtykti býráðið at lata 200 túsund krónur til keyp av báti. Talan er um ein 27 fót glastrejvabát, sum nú er tikin í nýtslu.

Í gjár vóru umboð fyri skúlan og kommununa umborð saman við næmingunum at skoða nýggja bátin, sum lá klárur til fiskiskap í bátahylinum á Argjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo