40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Í Fraklandi hevur stjórnin sett forboð fyri allari nýtslu av telefonum í fólkaskúlum. Tað hevur gjørt spurningin viðvíkjandi telefonnýtslu í skúlum enn meira áhugaverdan, men hvat halda vit í Føroyum um hendan spurningin? Áttu vit at gjørt eins og í Fraklandi? Hvat halda næmingarnir um tað?

Skúlablaðið hevur fingið fatur á trimum 9. floks næmingum og einum 7. floks næmingi og spurt teir, hvussu tað er við telefonum í skúlanum ella flokkinum, tey ganga í, um teir halda, at telefonir órógva, hvat teir brúka telefonina til og so framvegis.

Janya Rodkongruay gongur í 9. flokki í Skúlanum á Argjahamri á Argjum. Hon sigur, at hon ikki nýtir telefonina so nógv í skúlanum, tí tey bara sleppa at brúka hana í matarsteðginum. Um tey brúka hana í tímanum ella áðrenn, so verður telefonin tikin frá teimum í ein heilan dag.

- Eg haldi, at vit eiga at sleppa at brúka telefonina í tímanum til skúlaarbeiði.

Hon heldur, at tey eisini áttu at sloppið at brúkt telefonina í fríkorterunum, og um tað er neyðugt, eigur hon vera í taskuni ella jakkanum í tímunum. Hon sigur, at telefonin ikki órógvar hennara arbeiðslag, men at sjálvandi er tað ikki gott at vera so bundin at einari telefon.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo