40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Varðin Pelagic: Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava sett í verk eina royndarverkætlan, har 8. og 9. floksnæmingar í Tvøroyrar skúla fáa í boði at koma í dagstarvsvenjing hjá Varðanum Pelagic. 

Varðin Pelagic fer í næstum at hava eina framløgu fyri næmingunum, har tað verður kunnað um tey ymisku starvsøkini á virkinum.

Eftir kunningina fáa næmingarnir møguleika at velja eitt ella tvey starvsøki á virkinum, har tey kunnu fara í dagstarvsvenjing. Næmingarnar koma at fylgja einum starvsfólki á økinum í ein dag. 

Varðin Pelagic er eitt stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, ið hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum. Hetta er ein góður møguleiki hjá næmingunum at ogna sær eina fatan av ymsum arbeiðsøkjum og fáa íblástur, til tá tey fara at umhugsa framtíðaryrkisleið sína.

Afturat dagstarvsvenjingini er møguligt at koma í vanliga starvsvenjing á Varðanum Pelagic í tvær vikur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo