Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í løtuni mótmæla næmingarnir á Glasi, tí tey skulu gjalda 250 krónur um árið fyri nýtslu av vardum verkum, stendur í skrivi næmingarnir hava fingið frá undirvísingarstjórunum.

Tað eru Mentamálaráðið og Fjølrit sum hava gjørt avtalu um, hvussu gjaldast skal fyri nýtslu av til dømis tekstum og avritum av tekstum í undirvísingini.

- Fyri okkum á Glasi merkir avtalan, at allir næmingar á gymnasialum miðnámi og FHDS skulu rinda 250 kr, hvørt av skúlaárunum á Glasi, stendur í skrivinum til næmingarnar.

Fjølrit er felagsskapur, sum varðar av áhugamálum hjá føroyskum rithøvundum, tónaskøldum, yrkisfotografum, bókaforløgum, miðlafólkum og myndlistafólkum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo