Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit, sum arbeiða á námsfrøðiliga økinum, fáa ikki eina løn, sum avspeglar tað ábyrgd, sum liggur í okkara arbeiði ella ta útbúgving, vit hava.

Tí komu kravboðini sera illa við, at lønarlyfti 1. januar ikki verður av nøkrum, fyrr enn avtala er gjørd um nýggjan sáttmála í lønarsamráðingunum millum Pedagogfelagið og almennu arbeiðsgevararnar. Tað er nú komið fram, at teir “praktisku trupulleikarnir,” sum eru av at útgjalda lønarliftið, eru eisini telduskipanir og arbeiðsorka á lønarskrivstovum. (KVF útvarp 13. Feb. kl. 18.00)

Seinastu tíðina eru gerandisvørur dýrkaðar nógv, og tað er vorðið dýrari at liva. Arbeiðsgevararnir kenna væl okkara støðu. Tí er tað ein ljótur taktikkur at taka okkum sum gíslar, fyri at kroysta okkara fakfelag í tað støðu, at góðtaka verri sømdir fyri limirnar.

Men hetta er veruleikin á almenna arbeiðsmarknaðinum, og hetta órættvísið vil eg stríðast ímóti, um eg verið valdur aftur í nevndina hjá Føroya Pedagogfelag. 

Við fakfelagskvøðu.
Nikkil Heinesen, valevni til nevndina í Føroya Pedagogfelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo