40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

49 ára gamla Natasha Clemmensen er í heita stólinum hjá Local.fo hesa vikuna. 

Natasha er upprunaliga úr indonesiska høvuðsstaðnum Jakarta, men býr hon nú í Miðvági.

Hon giftist við einum føroyingi á sumri í 2012. Local.fo spurdi hana í hesum sambandi, hvat var tað fyrsta, hon hugsaði, tá hon kom til Føroya.

Til hetta svaraði hon:

- Føroyar eru tað vakrasta landið, eg havi verið í. Eg havi ferðast til USA, Kanada, Avstralia, Evropa, Asia, Ný Sæland og Miðeystur í tólv ár, so eg var fullkomiliga tikin á bóli og bergtikin, tá eg fann útav, at Føroyar yvirhøvur vóru til. Oyggjarnar vóru so gandakendar á at líta, tá vit flugu inn eftir fjørðinum.

- Og fólk her eru so vinarlig. vøkur, flott og sterk. Næsta øll duga at binda og at gera lekkrar dessertir.

Men hvat dámar tær minni væl við føroyingum?

- Eg skilji ikki hetta her fyribrigdið, at fólk altíð hosta, tá tey koma inn í eitt rúm. Eg havi spurt fleiri hundrað føroyingar um hetta. Allir føroyingar gera hetta, men eingin dugir at siga mær, hví teir hosta, tá teir fara inn onkustaðni.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo