Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri júst 5 árum síðan var kinkur í málinum um tjóðarinnar evsta leikhús. Í dag kom ein endurtøka, tá ætlaða staðsetingin enn einaferð hevur fingið eitt skot fyri bógvin, nú havnarnevndin - og helst býráðið líka - í høvuðsborg okkara, væl skiljandi annars, ikki ætlar at leggja ein matrikkul á havnarlagnum av til endamálið.

Tá – fyri fimm árum síðan - loyvdi borgarstjórin í Runavíkar kommunu sær at heita á Mentamálaráðið og táverandi landsstýrismann í ráðnum, um at koma til samráðingarborðið fyri at finna leikhúsinum eina virðiliga staðseting. Vit frættu ongantíð aftur frá hinum partinum ta ferðina. Umorðaður og dagførdur var boðskapurin í almennari viðmerking fyri fimm árum síðan á leið hesin:

Tað man vera eindømi í heimssøguni at bilisma, parkering og skipaferðsla hava verið ein hóttan fyri at fáa eitt nationalt teatur – eitt tjóðleikhús – upp at standa. Men ivaleyst finnast ráð fyri hesum. Tjóðpallurin eigur at vera staðsettur í miðstaðarøkinum, lat ongan iva vera um tað. Nú aka vit undir havbotninum, ígjøgnum Eysturoyartunnilin, millum øki, har meiri enn helmingurin av landsins íbúgvum búgva í so at siga einum og sama øki – í syðra endanum á báðum teimum størstu oyggjunum í landinum – hin nýggi magndepilin - sum nú er vorðin snúningsknarvin í oyggjunum. So tætt knýttir, at vit aka í einar 12-15 minuttir millum miðbýirnar í Runavík og Tórshavn.

Frank Zappa, - amerikanski rokkarin, popparin og jazzarin - er mangan endurgivin fyri at siga: “You can´t be a real country unless you have a beer and an airline. It helps if you have some kind of a football team, or some nuclear weapons, but at the very last you need a beer.” Bjór, flogfør, fótbóltur og kjarnorka og størst av teimum er bjórin.

Soleiðis sær hin føroyski veruleikin ikki út. Í okkara føri eru tað málið og mentanin, og stovnar komnir undan teimum, sum eru og verða súlurnar undir okkum. Tað er unikt, at hálvthundrað túsund fólk eiga sítt egna mál og harvið sína egnu mentan. Hetta er alt vaksið upp úr føroyinginum sjálvum. Ongin hevur givið okkum nakað, og ongin kann taka hetta frá okkum heldur, tí hetta eru immateriel virðir. Tí hevði eg í mun til Zappa sagt, at týdningarmestu stovnarnir í Føroyum eru skúlarnir, Fróðskaparsetrið, tjóðsøvnini, Kringvarpið, Havstovan, ymsu landsliðini, nationala flogfelagið og ikki minst Tjóðpallur Føroya.

Táverandi landsstýrismaður í mentamálum, Høgni Hoydal, hevði lagt uppskot fram á ting um bygging av tjóðleikhúsi. Sjálvur var eg ikki samdur í, at onnur enn vit sjálvi skuldu gjalda størra helmingin av íløguni. Hetta er ein uppgáva, sum føroyingar sjálvir eiga at lyfta. Minnist, táið vit stríddust við at fáa havrannsóknarskipið undir land í 2011 (nú er tað komið), at Poul Mohr, sáli, ringdi meg upp á Havnarskrivstovuni í Runavík og helt lítið um, at vit høvdu sett eina fíggjarliga avmarking á verkætlanina (200 milliónir krónur). Táið man so, umsíðir, fór undir at smíða avloysaran fyri “Magnus Heinason”, so ráddi um at gera tað rætta og at smíða ta bestu loysnina. Poul hevði rætt og hann fekk rætt, nú er skipið smíðað eftir alskyns lystum, soleiðis, at hetta gjørdist ein góð loysn tey næstu 40-50 árini. Avmarkingarnar vórðu sleptar, og vit fingu skipið, sum vit høvdu tørv á og brúk fyri. Ikki sørt at málið um tjóðleikhús líkist hesum.

Havi havt stóran áhuga fyri hesum málinum í áravís, bæði tí mær dámar leiklist, árenning úr Losjuni í Gøtu og úr Glyvra Bio kanska, og tí at týdningurin málsliga, samfelagsliga og mentanarliga er so kolonormur. Hetta var uppi og vendi á ymsan hátt, táið eg sat fyri mentanini fyrst í hesari øldini, og táið vit baksaðust í fíggjarnevndini 10 ár seinri, fingu vit krøkt 5 milliónir krónur upp í íløgupartin til tess at fyrireika og at fara undir at byggja tjóðleikhús, og hetta hildu vit vera ein munagóðan løgastein á leiðini.

Fyri 5 árum síðan var ætlaða staðsetingin á Skálatrøð, og seinri varð hon flutt yvir á Bursatanga. Hvat ið nú spyrst burturúr hesum er ilt at vita.

Skilagott er at staðseta ein so týdningarmiklan stovn fyri tjóðina har sum meginparturin av fólkinum í landinum býr, og nú eru Havnin og Skálafjørðurin at kalla eitt samfelt øki. Mentamálaráðið lat ongantíð frætta frá sær ta ferðina, men fíggjarnevnd løgtingsins heitti kortini á Runavíkar kommunu um at koma til fundar um málið. Á fundinum fekk nevndin at vita, at Runavíkar kommuna var fús at veita Mentamálaráðnum grundøki kostnaðarleyst - annaðhvørt í nýggju miðbýarætlanini ella í grannalagi hennara. Fíggjarnevndin spurdi, um kommunan kanska kundi lagt nakað til verkætlanina annars, fíggjarliga t.d., og til tað varð svarað, at tað mátti gerast ein samráðingarspurningur sum alt annað í lívsins ymisku gerðamálum. Runavíkar kommuna er enn einaferð - til eina og hvørja tíð - sinnað at tosa við landsmyndugleikan um eitt mál sum hetta, - at byggja fyrsta tjóðleikhúsið í Føroyum í kjarnu býarinnar ella harumleiðir.

Vit hava kanska ikki vant okkum við tankan nóg væl enn, men nú er teinurin tann sami úr Runavík, av Norðasta Horni ella av Karlamagnusarbreyt suður, inn ella oman á Vaglið í høvuðsborgini. Tí er plaseringin minst líka høglig í Runavík sum í Tórshavn.

Øll næsta vikan er mentanarvika í Runavíkar kommunu. Støðan var hin sama fyri fimm árum síðan. Tá skuldu tey bæði Jóanes Nielsen og Vár í Ólavsstovu, sála, hugleiða og fyrilesa um skonnartina „Kongshavn“ og um rithøvundin Magnus Dam Jacobsen og skaldskap hansara. Hetta var í Estetiska salinum í Bylgjuni. Kári Sverrisson spældi í sama viðfangi nøkur løg fyri okkum.

Táið “Kongshavn” lá á Grønuvík í 1965, á Hvarvinum, um tað lagi at teir høvdu fingið uppí, skrivar Magnus: „Tá vit í morgun løgdu frá skipinum, sóu vit bæði springara og grindahval. Springarnir eltu okkum eitt fitt petti. Teir er sum smá børn, blíðir, kátir, tryggir, livandi smidligir, hvør spikbiti sigur frá gleði og góðvilja. Teir neistra, glampa og strála. Svarti, ljósagrái og hvíti kroppurin, skaptur til at svimja. So slættur, kýpin, vælmusklaður. Eftir hesum skapi eru øll nútíðarinnar meistaraverk evnaði. Lagaði eftir mótstøðuni. Bátar, flogfør, fylgisveinar.“

Mál og mentan okkara lagaðu seg ikki eftir mótstøðuni, fyribrigdini brutu seg upp úr føroyinginum sum ein frummegi, sum eitt seigligt pumpandi gosfjall, ímóti øllum odds - tað er hesum unikka pallinum vit standa á - og tí, og bara tí, ber tað til at tosa um at fara undir at smíða leiklistini ein virðiligan karm.

Rætt hevur Magnus kortini í hesum, at bátar, flogfør og fylgisveinar eru sniðgivin eftir væntaðu mótstøðuni. Kann vera at ætlaða Tjóðleikhúsið fær snið og staðseting, alt eftir hvussu mótstøðan fer at hilnast. Bilisma, parkering og skipaferðsla verða ikki forðingin fyri at leiklistin fær alra bestu umstøður, velur myndugleikin at flyta seg um Tangafjørð inn í Runavíkina við hesum týdningarmikla fasiliteti.

Við hesum orðum fari eg fyri Runavíkar kommunu at bjóða Almanna- og mentamálaráðnum og landsstýrisfrúuni Sirið Stenberg til samráðing, um møguleikan fyri at nationala teatur okkara fær eina virðiliga staðseting, - til gagns fyri mentan okkara og allar borgarar landsins.

Ímeðan vit bíða eftir næsta leikinum í talvinum um nationalteatur okkara.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo