40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Felagið fyri barrir og náttklubbar: Eftir at hava stongt klokkan 23 á kvøldi í seks vikur, letur náttarlívið uppaftur. Nú verður aftur opið til kl. 04 um vikuskiftið.

Náttarlívið hevur tikið stóra ábyrgd í stríðnum ímóti koronusmittuni, og 10. desember, sum er byrjanin uppá háárstíð hjá støðunum, valdi náttarlívið eftir tilmæli frá myndugleikunum enn eina ferð at lata aftur kl. 23 fyri at hjálpa samfelagnum við at basa koronusmittuni. Fyrst í tvær vikur, men síðani vórðu tilmælini longd til 3. januar, sum gjørdi, at náttarstøðini mistu meginpartin av sínum inntøkum í einum sera týdningarmiklum tíðarskeiði fyri vinnuna. 

Nú, tvær vikur seinni (og við tilsamans seks vikum av avmarkingum), kunnu vit ásanna, at mest sum alt annað í samfelagnum koyrir uttan avmarkingar, og smittutølini hava ongantíð verið hægri enn tað sama. Samstundis eru fá fólk innløgd vegna koronu á sjúkrahúsi, og tí verður støðan ikki mett kritisk á tann hátt.  

Vit duga ikki at síggja tað skilagóða í, at náttarlívið skal vera so nógv skert frameftir. Náttarlívið hevur fleiri ferðir seinastu tvey árini verið afturlatið og hevur mist nógvar inntøkur. Hetta kann heilt einfalt ikki halda fram, tí so er vandi fyri, at støðini ikki megna at lata uppaftur. 

Tíbetur hevur landið lovað hjálparpakka, sum nú skal leggjast fyri løgtingið, og hann bøtir um støðuna, hóast vinnan í longdini ikki kann liva av hjálparpakkum. Náttarlívið er takksamt fyri stuðulin frá landinum.

Skeinkistøðini hava boðað Vinnumálaráðnum frá, at um støðan broytist munandi til tað verra næstu tíðina, eru støðini tá sum áður til at tosa við fyri at finna skilagóðar loysnir.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo