Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áir eru livandi, hugtakandi og vakrar og tær hoyrast. Men áir, uttan økið rundan um, eru ikki áir longur.

Fyri at ein á skal vera ein á, skulu vera blómur, gras, mosi, vøkstur, klettar, bakkar, fløtur og víddir - har lívfrøðiliga margfeldi hevur umstøður at vera til og liva í samspæli við lívið í ánni. 

Sandá, Rættará, Havnará og Hoydalsá eru fýra stórar áir í høvuðsstaðarøkinum. Men Rættará og Havnará hava verið fyri stórum ágangi vegna býarbygging og kunnu tí í dag, í sera litlan mun, upplivast sum áir.

Sandá og Hoydalsá eru hinvegin, tíbetur, fyri tað mesta áir enn og vit mugu gera alt fyri, at verja tað sum verjast kann.

Náttúra, trivnaður og sálarheilsa
Eitt er at varðveita náttúruøki, sum økið við Sandá, við upprunanáttúru mitt í høvuðsstaðnum, annað er, at tað hevur stóran týdning fyri trivnað og sálarheilsu hjá fólki at hava møguleika at uppliva náttúru í nærumhvørvinum, har tey búgva. 

Stórt trýst á náttúruni
Men, tað er sjón fyri søgn allastaðni, at so hvørt sum býir og bygdir vaksa, verður meira og meira lendi tikið til bygging og tí er umráðandi, at vit standa ímóti og berjast fyri at varðveita so nógv náttúruøki, sum gjørligt. Áhugamálini eru nógv og trýstið er mangan stórt og tá kann henda, at mannagongdir, lógir og ásetingar verða lopnar um.  

Ivasom viðgerð
Og júst søgan um økið við Sandá er eitt dømi um slíka framferð. Müllerættin, sum upprunaliga áttu økið ognaði táverandi Argja Kommunu tað við teirri treyt, at økið skuldi varðveitast sum náttúruøki - har skuldi ikki verða bygt á. Og treytin varð væl og virðiliga staðfest við tinglýsing.

At Tórshavnar Kommuna, sum yvirtók hetta økið frá Argja Kommunu, hevur handfarið hetta mál so illa, har hædd er ikki tikin fyri tinglýstu treytini, eigur at fáa fylgjur. Og sjálvsagt eiga avgerðirnar, sum eru tiknar á skeivum grundarlagi, at verða ógildaðar og málið eigur at ganga um aftur.

Henda søgan er ein greið fráboðan um, at tað alla tiðina er neyðugt at vera á varðhaldi, tá myndugleikar, kanska serliga kommunur, fyrilitarleyst leggja øki undir seg til bygging og annað. 

Stuðla áhugbólkinum
Áhugabólkurin at verja økið við Sandá er fyridømi í so máta. Áhugabólkurln hevur við áhaldni megnað sakliga og virðiliga at føra sjónarmið fram. 

Sum tað sær út í løtuni, hevur hetta gjørt mun, tí tað nýggjasta í málinum er, at tað frættist, at Tórshavnar Kommuna hevur víst á nýggja staðseting til ætlaðu kirkjuna á Argjum.

FNU stuðlar stríðnum hjá áhugabolkinum til fulnar og vónar, at tað ber til at koma á mál at bjarga náttúrøkinum við Sandá.

FNU 12. januar 2024

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo