Ungar konur eru fyri gamlar menn sum harðar nøtur fyri brendar tenn
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Aftaná eitt so ljótt, frekt, óerligt, diktatoriskt álop, við fríari mikrofon í Degi og Viku má mann tala at, ja, sjálvt um eg alt mítt lív havi hoyrt til annan flokk, so má eg átala títt orðaval í almenna sjónvarpinum.

Fyrst nøkur fakta:

Fólkaflokkurin fór uppá val við einari valskrá og hevði eina rúgvu av fólki uppstillað, m. a. teg Annika.

Fólkaflokkurin fekk eitt sera gott val víð átta persónum sum blivu valdir inn á ting, har ímillum var ikki tú Annika.

Tey sum blivu vald inn á ting vóru persónar og persónligheitir sum fólkinum dámdi, og tú var framvegis ikki ein av teimum.

Tey gjørdu eina samgonguavtalu við aðrar flokkar; at soleiðis stýra vit Føroya landi tey næstu 4 árini og tú var framvegis ikki ein av teimum, av tí einføldu grund at fólki hevði valt onnur enn teg inn á ting.

Tríggir av persónunum sum fólkið hevði valt so dyggiliga inn á ting, í Fólkaflokkinum, fóru so í landsstýrið so tú Annika saman við tveimum øðrum sum fólki framvegis ikki høvdu valt millum 8 tey fyrstu á Fólkaflokslistanum, sluppu inn á ting.

Nú skeiðið var hálvrunnið og veljarakanningar góvu andstøðuni góðan byr so valdi andstøðan at seta eitt lógaruppskot fyri tingið sum tey vistu (vælvitandi at vingliskøltar vóru at finna í samgonguni) kundi seta kílar í avtalaðu spælireglurnar hjá samgonguni, og væl var telvað hjá andstøðuni tey funnu fleiri sum ikki duga at halda eina avtalu í hesi lúsa 4 árini, harímillum var tú sum als ikki var vald millum tey 8 fyrstu, umframt ein undanstøkkingur í Sambandsflokkinum.

Lygnirnar sum tú og andstøðan sendi út av tingsins røðarapalli og tykkara fríu mikrofon í Føroya størsta gaysentrið Kvf, um at tit vildu verja børnini og geva øllum børnum í Føroyum líka rætt og møguleika, var og er ein kolasvørt lygn, tað vita tit væl tí hattar var eitt gayshow sum tit vildu spæla við í.

Ein lygn, tí við orðinum “sammóður” so hava tit við lóg staðfest at øll børn ikki eru líka fyri lógini, tí børn av samkyndum pápum eru við hasari lógini settir uttanfyri allan líkarætt og møguleika.

Var tú erlig og meinti tað tú segði um líka rætt til øll børn so var ein sera einkult loysn uppá tað: nevniliga taka øll børn við og ikki bara tey hjá samkyndum kvinnum, men tað vildi tú ikki.

Fólkið valdi 8 navngivin fólk at umboða flokkin til komandi dyst, meðan tú bleiv vald at sita á útskiftingarbonkinum.

Hesi 8 fóru so inn á vøllin har tey gjørdu avtalu við hitt liðið um felags reglur fyri komandi dyst.

Tú bleiv so innskift og tá dysturin var hálvrunnin so kravdi tú at avtalaða reglugerðin fyri dystin skuldi broytast, tað fekk tú ikki meiriluta fyri, tískil skapti tú rok og rumbul fyri allar pengarnar, og nú fer tú við fríari mikrofon frá Kvf og skuldsetir nakrar fáar fólkavaldar at vera diktatorar, bert tí tú ikki fekk diktera hvussu spælast skuldi.

Annika tú eigur at góðtaka tað, fyri demokratiði skyld, at tit, við tær á odda, (sum nú sita meira og minni uttanfyri)  hava koyrt land okkara í eina stjórnarkreppu blivu als ikki vald av fólkinum at umboða flokkin.

Nei, veruleikin er tann, sambært tær sjálvari, at tú slapp ikki at diktera hvat tey 8 fólkavaldu Fólkafloksfólkini skuldi hugsa og gera, tí koyrdi tú Føroya land út í eina stjórnarkreppu.

Og tú eins og nøkur mikrifongræð fólk runt landið hava koyrt Fólkaflokkin í skeljasor, og ikki formaðurin Jørgin Niclasen.

Anskar Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo