40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Ein áralong fasinatión tekur seg nú út sum ein hugtakandi framsýning.

Mentanarnáttina fært tú høvi at síggja nakna kvinnukroppin gjøgnum linsuna hjá Gvøðny Miriam og Janusi, sum gjøgnum fleiri ár hava avmyndað føroyskar kvinnur úr einum listarligum vinkli.

Tá hjúnini Gvøðny Miriam og Janus Gunnarsson fyri 15 árum síðani fingu áhuga fyri at taka myndir saman, byrjaði ein spennandi ferð inn í myndaheimin. Síðan samanrenningina millum Miriam & Janus, sum tey kalla seg, hevur samstarvið havt við sær eina langa rullu av myndum, sum við listarligum tevi og góðum handalagi hevur borið tey langt.

Mentanarnáttina lata tey upp framsýning við nektarmyndum av føroyskum kvinnum.

Miriam & Janus hava seinastu mongu árini gjørt vart við seg bæði her heima og uttan fyri landoddarnar.

Fyrstu árini var myndatøkan serliga merkt av dokumentarismu, og fleiri minnast kanska verkætlanina Nordic Enchantment við millum annað eyðkendu grindamyndini úr Sandagerði.

Síðani hava tey flutt seg meira yvir í tað listarliga og hava m.a. hildið fyrilestur fyri størsta portrett-felagsskapi í Evropa á Marriott Hotel í Køln, Týsklandi. Innan hesa myndagreinina er tað serliga eitt myndevni, sum hevur hugtikið tey seinastu árini, og sum hevur verið íblástur til ein stóran part av listarligu verkum teirra, nevniliga kvinnukroppurin.

- Eg minnist, at tað var natúrligt í familjuni hjá mær at hava ymiskar figurar, málningar og aðra list, har kvinnukroppurin var í fokus. Hesum vaks eg upp við, og alt eg kann minnast, havi eg verið hugtikin av kvinnukroppinum. Tann fasinatiónin hevur vart við, sigur Gvøðny Miriam Gunnarsson.

Eftir ætlan er hetta bert fyrsta av fleiri framsýningum við nektarmyndum. Seinni er eisini ætlanin at fara uttanlands við framsýningunum og at gera eina bókaútgávu við myndunum.

Allar myndirnar eru av føroyskum kvinnum og eru tiknar annaðhvørt í Føroyum ella í Danmark.

Ferniseringin verður á Mentanarnáttini millum klokkan 17 og 23 í atelierinum hjá Miriam & Janus í Tórsgøtu 16. Framsýningin verður síðani opin gerandisdagar millum kl. 11 og 17:30 og leygardagar frá 12 - 16 fram til 19 juni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo