Arvur er einasta orsøk til at føroyingar duga so væl at dividera
- Henrik Old

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Brúkaraumboðið: Tað var brot á lóg um marknaðarføring, tá Nema á heimasíðuni lýsti við barnaurum til niðursettan prís og ikki upplýsti samlaðan prís fyri urið. Brúkaraumboðið vísti á, at fortreytin fyri at keypa barnaurið til niðursettan prís var eitt hald, ið skuldi keypast saman við urinum. Hesin kostnaður var ikki roknaður við í prísin fyri barnaurið. Hetta er krav.

Í lóg um marknaðarføring stendur, at í samband við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna. Tá kunnað verður um prísir á vørum og tænastum í sølulýsingum ella aðrari marknaðarføring, skulu upplýsingarnar lúka hesa treyt.

Brúkaraumboðið hevur lagt áherðslu á, at Nema heldur marknaðarføringslógina. Nema hevur tikið áheitanina frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo