Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nes Kommuna: Á almennum fundi tann 31.05.2021 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2020 samtyktur.

Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2020 vóru hægri enn mett, og útreiðslurnar til rakstur og íløgur fyri 2020 vóru minni enn roknað bleiv við í fíggjarætlanini fyri 2020.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi í 2020, eftir frádrátt av rentustuðli, var 65.5 mió. kr. sum er 3.1 mió. kr. hægri enn í 2019. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 60.9 mió. kr.. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2020 4,6 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2020 vóru 50,1 mió. kr., ið er 2,2 mió. kr. meira enn í 2019. Í javnaðu fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 51,9 mió. kr.. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2020 1,8 mió. kr. minni enn mett í fíggjarætlanini.

Rakstaravlopið í 2020 var 15.4 mió. kr., í javnaðu fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi uppá 9.0 mió. kr.. Rakstraravlopið varð sostatt 6,4 mió. kr. betri enn mett.

Samlaðu nettoíløgurnar í 2020 vóru 17,2 mió. kr.. Í javnaðu fíggjarætlanini varð roknað við einari nettoíløgu á 26,5 mió. kr.. Íløgurnar í 2020 vóru sostatt 9,3 mió. minni enn mett í fíggjarætlanini. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2020, eru fluttar til 2021.

Samb. Fíggjarætlanini fyri 2020 varð roknað við einum halli eftir íløgur á 17.4 mió. kr., staðfesta hallið gjørdist 1.8 mió. kr., ella 15.6 mió. kr. minni enn roknað varð við.

Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina árliga skattaálíkning. Markið hjá Nes kommunu fyri árligari skattaálíkning var pr. 31.12.2020 58 mió. kr. roknað við einum skattaprosenti á 23%. Nettoskuldin hjá Nes kommunu er sostatt 47% av eini skattaálíkning.

Ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2020 sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo