Eg havi tapt í 300 veljarakanningum, men vunnið 3 val
- Margaret Thatcher

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Sálarfrøðihjálp til fólk millum 15 og 35 ár tódnar. Men ikki oyðileggja eina sera góða skipan, sum vit í undanfarnu samgongu settu í gongd 2021.

Vit fóru í gongd í mars 2021 at hjálpa fólki millum 15 og 35 ár við sálarligum avbjóðingum. Hetta var aftaná umfatandi viðgerð, bæði politiskt og fakliga.

Skipanin er nú eftirmett og niðurstøðan er, at talan er um eitt væleydnað nýbrot í føroyska heilsuverkinum innan sálarheilsu.

Skipanin hevur rakt ein veruligan tørv, og heilt nógvir persónar hava fingið viðgerð, og úrtøkan er sera góð.

Nú er ætlanin politiskt at skerja hesa skipan munandi,  og tað er ikki rætt at gera.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo