Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

MRCC: Kl 1250 fekk MRCC boð um at ein útróðrarbátur var farin at leka og fleyt tungur í sjónum. Tveir menn vóru umborð og báðir vóru farnir í bjargingardraktir. Báturin var tá staddur 4-5 fjórðingar vestur úr Sandoynni.

Løtu seinni komu boð frá monnunum, at teir vóru farnir av bátinum og í gummibátin. Tyrlan, Brimil og bjargingarbáturin Arun vóru biðin um at fara til hjálpar. Somuleiðis var útróðrarbáturin Anru, sum var staddur á leiðini, biðin at hjálpa.

Kl 1322 var tyrlan á staðnum og tók báðar menninar av bátinum og fleyg teir til Landssjúkrahúsið har tyrlan lendi kl 1338.

Anru og Arun blivu báðir liggjandi hjá bátinum, sum seinni koppaði og liggur við kjølinum upp.

Ikki bar til at fáa pumpu umborð, av tí at líkindini vóru sera vánalig. Kl 1530 var avgjørt at rýma frá tí koppaða bátinum. Orsakað av líkindunum og at tað fór at myrkja skjótt, var ikki ráðiligt at gera nakað við hálvda bátin.

Brimil var ávegis til eina sleipiuppgávu vestanfyri, tá ið boðini komu um lekandi bátin. Brimil setti kós móti neyðstadda, men vendi so seinni aftur móti sleipi uppgávuni.

Les eisini: Tveir mans bjargaðir av útróðrabáti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo