40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á § 52a fyrispurning nr. 52-180/2021 frá Henrik Old, løgtingsmanni, viðvíkjandi príshækkingum hjá SEV

Spurningur:
1. Er tað í lagi, at SEV verður tvingað at keypa orku frá einum privatum felag, tá orkan fer til spillis og hevur við sær príshækkingar til vinnulívið og føroysku húsarhaldini?

Svar:
Hóast tað ikki er gjørligt í eini skiftistíð at taka í móti allari elframleiðsluni frá vindmyllulundunum, sum nú verða settar upp omanfyri Tórshavn, so vísa útrokningar, at elframleiðslan frá vindmyllunum samlað sæð verður munandi bíligari enn elframleiðsla úr olju.

Sum kunnugt er ætlanin at elektrifisera orkunýtsluna á landi. Tí er tað, sum nú hendir, ein ynskistøða, bæði úr einum búskaparligum sjónarhorni og tá ið hugsað verður um grøna orkuskiftið.

Tá ið ætlaða pumpuskipanin í Vestmanna er bygd og tikin í nýtslu, væntandi ikki seinni enn 2027, væntar SEV, at møguleiki verður fyri at taka í móti einum munandi størri parti av elframleiðsluni frá nevndu vindmyllulundum. Tað kann tó væl hugsast, at aðrar áhugaverdar grønar loysnir fara at vísa seg áðrenn ta tíð, soleiðis at gjørligt verður at taka ímóti uppaftur størri parti av elframleiðsluni úr vindorku, áðrenn ein pumpuskipan verður sett í verk.

Í seinastu útbjóðingarumførunum til elframleiðslu úr vindorku liggur framleiðsluprísurin millum 21 og 23 oyru/kWt. Kostnaðurin fyri oljugrundaða elframleiðslu fer við verandi oljuprísi at tátta í 100 oyru/kWt.

Fyri at kunna stabilisera vindorkuna, verður neyðugt at gera íløgur í battarískipanir o.a. Hetta er kostnaður, sum SEV-net skal bera. Um hesin kostnaður verður lagdur afturat kostnaðinum fyri elframleiðsluna frá nýggju vindmyllulundunum, so er framleiðslukostnaðurin í miðal framvegis væl niðanfyri kostnaðin fyri oljugrundaða elframleiðslu.

Útbyggingin av vindorkumáttinum eru neyðug stig á grønu kósini. Hvat kostnaði viðvíkur, so verður mett, at hesar útbyggingarnar av vindorkumáttinum geva positivt íkast til búskapin hjá SEV longu frá byrjan. Hetta er eisini galdandi, hóast ein partur av elorkuni ikki kann koma til høldar í einum skiftistíðarskeiði, fram til ein pumpuskipan væntast at verða tikin í nýtslu.

Umframt at elframleiðsla úr vindorku er bíligari enn elframleiðsla úr olju, so snýr útbygging av vindorkumáttinum seg ikki bert um búskap. Vit skulu útbyggja grønu orkukeldurnar m.a. fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi og fyri at gerast sjálvbjargin við orku.

Samanumtikið kann sigast, at avbjóðingin við, at tað í eini skiftistíð er neyðugt hjá SEV at keypa orku frá privatum vindorkufelag, hóast partur av hesi orku ikki kann gagnnýtast til fulnar, isolerað sæð, ikki fer at viðføra príshækkingar til vinnulívið og føroysku húsarhaldini.

Tvørturímóti vísa útrokningar, at trýstið á føroyska elprísin verður minni orsakað av, at elframleiðslan úr vindorku verður økt.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 3. mai 2022
Magnus Rasmussen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo