Blæur og politikarar eiga at verða skift javnan - og av somu orsøk
- Joseph Sobran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er hugaligt at hoyra, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er farin undir at fyrireika eina varandi skipan fyri veiðigjøld, og at uppskotið helst verður lagt fyri tingið í hesum árinum.

Skipanin við veiðigjøldum, sum byrjaði fyri nøkrum árum síðan, hevur ikki verið nøktandi. Fiskivinnan hevur vant seg við, at eitt ella annað gjald skal rindast fyri framíhjárættin at troyta okkara tilfeingi, men higartil hevur skipanin ikki tikið atlit til gongdina í vinnuni.

Í hesum árinum hevur veiðigjaldið fyri makrel verið 1,50 kr. kg. Í januar mánaða var avreiðingarprísurin upp í 10 kr. kg. fyri makrel, sum varð fiskaður í ES-sjógvi. Hetta svarar til eitt avgjald upp á  15%. Í heyst fingu skipini í miðal uml. 6 kr. kg. fyri makrel, sum varð fiskaður í føroyskum og altjóða sjógvi. Tá var avgjaldið heili 25%.

Tað er greitt, at ein tílík skipan er ikki nøktandi. Tað er neyðugt, at skipanin við veiðigjaldi tekur atlit til gongdina bæði í prísum og kvotum.

Harumframt mugu vit finna eina varandi loysn, so vit koma burtur frá verandi skipan, har tað ikki er nakar greiður leistur fyri, hvussu gjaldið verður ásett. Skipanin má taka útgangsstøðu í, hvussu tað gongur í vinnuni.

Tað er somuleiðis neyðugt við eini breiðari politiskari semju, um eina framtíðar skipan. Tað er ótolandi hjá vinnuni ikki at vita, hvat framtíðin hevur at bjóða, hvørja ferð ein nýggj landsstýrissamgonga verður skipað, ella tá eitt nýtt fiskiár byrjar.

Eg skal ikki siga, hvør skipanin er hin rætta, men vit mugu koma burtur frá verandi støðu, har útgangsstøðan er, hvussu nógvan pening landskassin skal hava frá vinnuni til at fíggja tær støðugt vaksandi almennu útreiðslurnar.

Síðan veiðigjaldið varð sett í verk fyri nøkrum árum síðan, hevur tað bara gingið ein veg. Gjaldið er støðugt hækkað. Í 2019 vóru inntøkurnar hjá landskassanum frá veiðigjaldi 181 mió. kr. Í ár verður roknað við at gjaldið skal geva 260 mió. kr. Hetta kann ikki halda fram, tí tað er mark fyri, hvussu nógv vinnan orkar at gjalda í avgjøldum.

Uppboðssølurnar í 2018 og 2019 órógva eisini. Í 2019 vóru inntøkurnar frá uppboðssølunum 188 mió. kr. Ein stórur partur av kvotunum í 2019 vóru 1-ára kvotur, og í fíggjarlógini í ár verður mett, at 3 og 8-ára uppboðssølukvoturnar fara at geva tilsamans einar 54 mió.kr.  

Í farnu viku var orðaskifti í Løgtinginum og í fjølmiðlunum um veiðigjaldið. Fleiri tingmenn eftirlýstu, hvat langsstýrismaðurin í fíggjarmálum ætlar at gera, fyri at vinna inn aftur mistu inntøkurnar frá uppboðssølunum.  

Tað er órógvandi, at tingini verða sett soleiðis upp. Royndirnar við uppboðssølunum vístu, at hetta var ein óegnaður máti at útluta kvotur, tí skuldi tú vinna boðið, so mátti tú bjóða ein so høgan prís, at í fleiri førum var onki eftir á botnlinjuni. Tí vóru uppboðssøluprísirnir alt ov høgir. Tað mugu vit, sum keyptu á uppboðssølunum, bara viðganga.

Tað var sjálvsagt sjálvboðið at keyp á uppboðssøluni, men skulu tær minkandi inntøkurnar frá uppboðssølunum nú krevjast inn við hægri veiðigjaldi, so koma eisini teir, ið ikki keyptu á uppboðssøluni, at rinda fyri teir høgu uppboðssøluprísirnar.

Fiskivinnan má fáa eina líknandi skipan, sum alivinnan hevur fingið. Tá tað gongur gott í vinnuni – prísirnir eru góðir og kvoturnar eru høgar - so kann landið fáa lutfalsliga meira í veiðigjaldi, men tá prísirnir lækka og kvoturnar lækka, so má landið góðtaka at inntøkurnar eru lægri.

Harumframt er avgerandi, at vit fáa eina breiða semju millum samgongu og andstøðu um eina varandi skipan, sum gevur vinnuni tryggar karmar á hesum økinum.

Anfinn Olsen, reiðari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo