Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skála Ítróttarfelag: Nicolai Dohn er dani og kemur frá býnum Hammel í Jútlandi. Hann hevur áður spælt við Skive IK, Nykøbing FC og AC Horsens.

Nicolai hevur verið í Føroyum og royndarvant í november, og somuleiðis hugt nærri at umstøðunum hjá felagnum. Hann er ein sterkur miðvallari, ið fegin luttekur í nærdystum og hevur somuleiðis eitt gott yvirblikk.

Skála Ítróttarfelag kann við gleði boða frá at felagið hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla danan. Vit ynskja honum vælkomnan til felagið og gleða okkum at síggja hann í eyðkendu appilsingula litinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo