Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

”Millum Fariseararnar var maður, ið æt Nikodemus, ein ráðharri Jødanna. Hann kom til Hansara á nátt og segði við Hann:...” Jóh.3.1-2.

Tú skuldi væl sagtans ikki verið ein slíkur ella? Jú, eg rokni við, at tú ert sum Nikodemus á mangan hátt. Fínan tittil, cand.merc. v.m. Tú roknast millum teir høgu í samfelagnum. Ert í ymiskum nevndum, leiðari, hevur fólk undir tær. Góða løn og góða pensjónsorning. Væl tryggjaður á allar hættir. Vinir tínir eru allarhelst av øllum stættum, undir miðal, miðal og yvir miðal. Tú hevur familju og kanska bæði konu og børn – tað var mestsum ein fyritreyt fyri at vera ráðharri/sandhedrin. Men atlíkavæl, so manglar tað týdningarmesta: Frelsan! Tú hevur eina ófriðaliga sál. Tað er eitt vakuum. Tómleiki. Tú hevur alt, men tað er eisini alt tú hevur. Nikodemus átti ikki frelsuna! ”Tú ert lærari Ísraels og veitst ikki hetta!” segði Jesus við hann. Nikodemus vitsti ikki um Bíbilska frelsu og endurføðing. Sjálvt um høvdið var fult av teologi, doktorgrad í søgu Ísraels og kundi Gamla testamentið sovandi, so var hann uttan vind, lív og anda. Tann, sum ikki hevur anda Guds er at rokna sum eitt deytt kálhøvd. Likamið og fysiski tilstandurin er sprekur. Men skriftin sigur, at man er livandi deyður. Og tað var júst tað, ið Nikodemus var!

So er Nikodemus eisini at líkna við teg á tann hátt, at okkurt rørir seg innan í tær. Tað er eitt óforkláriligt følilsi í andanum. Tú hevur ignorerað tað í longri tíð, neglisjerað tað, og sagt við teg sjálva/n ”tak teg saman, hetta er einki uttan indbilningar.” So hevur tað horvið, men bara fyri eina tíð. So kom tað aftur og sterkari enn fyrru ferð. Og nú er hendan dragingin í andanum so sterk, at tú ikki kann kvitta teg við tað ella renna undan tíð – ” Hann(hon, tú) kom til Hansara á nátt og segði við Hann.”

”Á nátt” útum vanliga vitjunartíð, so kemur tú, tí trongdin er so sterk og Hann, Jesus tekur imóti tær og vísir tær frelsuvegin og lívið í Andanum og tekur teg burturúr øllum boðum, krøvum og at tilfredstilla Gud gjøgnum tíni egnu verk, sum tú má sveitta og knokkroyta teg til fyri at halda. Sig bert ”Takk Jesus fyri frelsuna!”

So ert tú at líkna við Nikodemus á tann hátt, at tú torir ikki at koma og vísa teg fyri Jesus og Hansara nærveru, likam, sum er Hansara samkoma(ikki religiøsi klubbur og kirkju og meinigheitshús) fyrrenn tað er nátt. Kona tín, maður tín og  børn tíni mugu ikki vita, at tú ert bergtikin av Jesus, gripin av samkomu Hansara, tendrað/ur av boðskapi Hansara, longsli av dópi Hansara, íðin av andans vind og fylling Hansara. Og for guds skyld má eingin annar í ráðnum vita av hesum. Hvat fara øll at siga? Tú ert sum ein lús millum tvær negl. Vil fylgja Jesusi, men tú ert konfliktsky og ræddur fyri avleiðingarnar. Tú ert sum Jónatan. Tú veit, at Dávid er tann salvaði, men tú ræðist Saul. Tú ert alt for loyalur yvirfyri Saul, og tí fer Dávid víðari á síni leið við Harran og tú átti at fylgt við, men tú fer heimaftur til Saul.

Vit liva í teimum seinastu tímunum á náttini. Jesus kemur skjótt. Ætlar tú at gera sum Nikodemus og taka stigi og geva til kennar, at tú ert ein av Hansara lærisveinum? Ella ætlar tú at sita í tínum stovusakristigi á nátt, meðan eingin sær teg við tínari Iphone ella Ipad ella Farteldu og hoyra meg prædika ein Jesus, sum stemmar við skriftina. Tú veitst innast inni, at tað, ið eg forkynni á mínari heimasíðu og á Facebook, tað er satt! Tú hevur einki vápn, ið kann avseta tað, ið eg útleggi. Tú kennir salvilsi og andans autoritet. Tú kennir atmosferuna, og at hetta grípur teg. Táið eg nevni at Gud er EIN, so sigur tað ”AMEN!” í tínum hjarta. Og táið eg láturgeri tríeinigheitina og spotti hana, so sigur tað ”AMEN!” í tínum hjarta. Táið eg tali um Bíbilskan dóp í Jesu Kristi navni, so sigur tað ”AMEN!” í tínum hjarta. Táið eg tali um hesar óendurføddu prestarnar við sínum barnalærdómi og barnadópi, sum ikki er frá Gudi, so sigur tað ”AMEN!” í tínum hjartað. Táið eg tali um Bíbilska samkomu, so sigur tað ”AMEN!” í tínum hjartað. Tú kennir hetta og veitst hetta. Nær fái eg at síggja teg millum okkara? Drála ikki longur! Fá endan í gear og tak leiðina út úr tí komfortabla. Tak ikki synd í tær sjálvum og ver ikki so hársárur, um onkur skuldi rópt eftir tær og vent tær bakið. Goym teg ikki longur. Betal prísin at vera ein Jesu Kristi lærisveinur! Tú veitst ikki hvat fyri signingar, sum bíða tær. Nokta ikki tær sjálvum hesar signingar og hendan ríkdóm at tilhoyra evangeliið í praksis.

Komandi sunnukvøld, 10 Januar, 2021 kl.17. hava vit møtið. Sí heimasíðu mína www.roddinaveinum.com

Ver vælkomin!

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo