Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Árliga norðurlandameistarakappingin í talvi fyri børn og ung verður hildin um vikuskiftið. Danir eru vertir fyri kappingini hesa ferð, og telvað verður í Fredericia.

Kappingin er skipað í fimm aldursbólkar við telvarum upp til 20 ár, og Norðurlondini hava tvey umboð í hvørjum bólki.

Føroyski hópurin fór til Danmarkar í morgun, og fyrsta umfar verður í morgin 14. februar kl. 10.00. Telvað verða seks umfør, og kappingin endar sunnukvøldið.

Venjari hjá føroyingum er stórmeistarin, Helgi Dam Ziska, sum eisini hevur fyrireikað hópin við regluligum venjingum.

Sambært venjaranum hava fyrireikingarnar gingið væl, men hann ásannar, at føroysku telvararnir eru rataðir í niðaru helvt í øllum aldursbólkum.

Kortini metir hann, at møguleikar eru fyri onkrum góðum úrslitum, og megna vit at røkka heiðursmerkjaplássi, er tað eitt bragd.

Fylgjast kann við kappingini beinleiðis á www.skak.dk/nycc2020.

Í føroyska hópinum eru:

Bólkur A
Janus Skaale, 1799
Rógvi Mørkøre, 1589

Bólkur B
Leif Reinert Fjallheim, 1996
Flóvin Matras Tummasarson, 1664

Bólkur C
Jón í Horni Nielsen, 1765
Luitjen Akselsson Apol, 2039

Bólkur D
Elias Petersen, 1151
Rókur Davidsen, 1124

Bólkur E
Brestir Súsannuson Samuelsen, 1191
Petur Gardar Magnussen, 1000

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo