40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti norðurírum - Mynd: Rúni Klein Joensen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti norðurírum - Mynd: Rúni Klein Joensen

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti norðurírum - Mynd: Rúni Klein Joensen

FSF: – Tað var fantastisk at vinna móti Norðurírlandi, og eg haldi eisini, at sigurin var fult uppiborin. Vit vóru betri á nærum øllum plássum á vøllinum. Og sum heild eru vit hampuliga væl nøgdir við kappingina.

Soleiðis sigur Fróði Benjaminsen, ið vanliga er hjálparvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, men sum til NM kappingina í Noregi stóð á odda fyri liðnum, meðan Eyðun Klakstein var burturstaddur.

Føroyar løgdu fyri við teprum 1-0 tapi fyri Svøríki, og síðan vunnu okkara dreingir við einum máli móti ongum móti Norðurírlandi. Føroyska málið skoraði Thomas Bjørn Miezan, ið her fyri skifti frá HB til FC Keypmannahavn.

Í triðja dystinum í kappingini møttu okkara dreingir rættuliga sterkari mótstøðu, tá Ongland tók ímóti. Kortini megnaði føroyska liðið, sum hesaferð var nógv darvað av skaðum, at geva teimum ein skarpan gang, og um eitt sindur meir av hepni var við okkara dreingjum, so fingu teir eisini okkurt mál. Serliga ta einu ferðina var nær við, tá Thomas Bjørn Miezan rakti stongini. Men tá avtornaði fór Ongland tó við øllum, og vann 3-0

Næst á skránni hjá U17-dreingjunum er EM-undankapping í Portugal í november, har Føroyar eru í bólki saman við Portugal, Slovenia og Kasakstan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo