Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað hevur verið friðarligt í býnum hetta vikuskiftið.

Politiið gjørdi eitt átak í gjárkvøldið, har bilar vóru steðgaðir og førarin kannaður fyri millum annað rúsdrekka. Umleið 20 bilar vóru steðgaðir, men ongin av hesum førarunum hevði nakað í blóðinum, sum ikki skuldi vera har tá talan er um at føra motorakfar.

Men tvey mál spurdust tó burturúr øðrum førum, har blóðroynd varð tikin av bilførarum, og í tí eina førinum var talan um rúsevni í blóðinum hjá føraranum, í hinum førinum rúsdrekka. Tað er hvørki loyvt at koyra bil ávirkaður av rúsevnum ella rúsdrekka, og avleiðingin er tann sama í báðum førum, frádøming av rættinum at koyra bil umframt bót.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo