40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað er eingin loyna at mong leita sær til Gøtu komandi dagarnar. Hetta vegna árliga G! festivalin, ið verður í døgunum 14. – 16. juli.

Eisini í Gøtu kirkju verður, eins og undanfarin ár, gjørt meira burturúr, fyri at taka væl ímóti teimum mongu gestunum.

Hóskvøldið er serligt. Kl. 17.00 eru øll boðin til lættan døgurða – pitabreyð við tilhoyri – í kirkjukjallaranum. Uttanfyri verður hoppiborg til børnini.

Kl. 18.00 er gudstænasta, har bólkurin við eyðkenda vágaljóðinum, Blátt Gras, luttekur. Ovi Brim, sóknarprestur, prædikar.

Eftir gudstænastuna eru øll boðin til drekkamunn í kjallaranum og møguleiki er aftur at spæla í hoppiborgini.

Sunnudagin kl 11.00 er gudstænasta við altargangi. Tummas Kannuberg, stud.theol, prædikar. Ovi Brim er liturgur.

Vanligt er at kirkjan er opin fyri ferðafólki frá kl 14.00. Soleiðis verður eisini komandi dagarnar. Meðan festivalurin er, hava  fólk frá lærusveinaskúlanum PODAS, átikið sær at hava opið í kirkjuni til kl 22.00. Høvi er tá at uppliva kirkjuna í kvirru, til andligt prát, í bøn og stundvís at njóta urguspæl frá Símuni Hammer, urguleikara í kirkjuni.

 

Tiltøkini eru ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo