40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Her síggjast fleiri kópar á ringinum aftast í miðjuni. Trýst á myndina, og hon verður størri.

Her síggjast fleiri kópar á ringinum aftast í miðjuni. Trýst á myndina, og hon verður størri.

Tað er blivið vanligt, at kópur liggur á aliringunum hjá Luna í Vestmanna.

Viðhvørt bara ein ella tveir, men í morgun lá ein heil familja uppá einar 6 til 8 kópar á einum ringi og tveir nósar lógu á hvør sínum øðrum ringi.

At síggja til duga kóparnir at skyna mun á alibátunum og øðrum bátum, eitt nú ferðafólkabátunum sum sigla útferðir út frá Vestmanna, tí hesar bátarnar ræðast teir ikki, men tá alibátarnir eru har, so er kópurin burtur.

Atli Gregersen, stjóri í Luna, er burturstaddur, so hann hevur ikki kunna gjørt viðmerking til málið.

Men Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, kennir seg aftur í støðuni.

- Síðani lógin, sum forbjóðar okkum at skjóta kóp, kom í gildi fyri áleið hálvumøðrum ári síðani, hava vit sæð, at nógv meira kópur er, og hann tykist eisini at vera tamari nú enn hann plagdi at vera, sigur Regin Jacobsen.

Tað einasta, alararnir kunnu gera, er at royna at verja alifiskin sum frægast, eitt nú við at hava sterkari nótir og betri gyrðingar, so kópurin ikki sleppur inn í ringin.

 - Vit plaga at siga, at ein kópur etur 20 kilo av fiski um dagin. So tá talið av kópi nú er fleirfaldað, eftir at kópurin er friðaður, so sigur tað seg sjálvt, at kópurin er ein hóttan, ikki bara ímóti alifiskinum, men eisini tí fiskinum sum vanliga svimur ímillum oyggjarnar, sigur Regin Jacobsen.

Her síggjast fleiri kópar á ringinum aftast í miðjuni. Trýst á myndina, og hon verður størri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo