Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu. Ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, sjónleik og felagssang.

Vakthavandi á politigarðinum sigur við VP, at alt gekk friðarliga fyri seg, bæði í Nólsoy og aðra staðni kring landið farna samdøgrið.

Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin kl 8. Eftir ferðaætlanini skuldi hon seinasta túrin úr Nólsoy sunnumorgun kl 5:30, men tá vóru framvegis so nógv fólk eftir, at Ternan sigldi eykatúr, at fáa allar stevnugestirnar trygt um fjørðin. Hóast eitt sindur av trokan var á ferjuleguni út ímóti morgni, lata fyriskipararnir væl at. Fólk vóru í góðum lag, sjálvt um tey máttu bíða eina góða løtu.

Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent.

Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju.

- Fyriskipararnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna, frætta vit úr Nólsoy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo