40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í hesum korona tíðum hava vit haft sosiala frástøðu fyri at minka um smittuspreiðing av COVID-19. Samfelagið hevur mest sum ligið stilt, men upplivi tó at fólk njóta lívið eisini.

 

Sum rossafólk flest ríði eg javnan á rossagøtunum omanfyri Havnina. Gøtan er eisini væl vitjað av fólkum til gongu. Men í seinastuni hava gøturnar verið nógv meira vitjaðar enn vanligt. Og bólkarnir eru eisini ørvísini enn vanligt. Tað kundi sæð út sum at bindiklubbarnir og garasjuprátini eru flutt uttandura fyri tíðina. Smáir bólkar av bæði kvinnum og monnum eru úti og ganga túr.

 

Og fólk hugna sær. Tað hoyrist látur og prát allastaðni á gøtunum. Giti ikki at prátini snúgva seg so nógv um korona.

 

Í øllum førum er tað hugaligt at hitta øll hesi nýggju andlit á rossagøtunum. Tað gleðir meg at fólk finna sær nýggjar, tryggar hættir at vera saman uppá, tí tað er lívgevandi fyri bæði kropp og sinn. Og tað er júst tað okkum tørva í eini pandemi.

 

Michel Nielsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo