40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á skrivstovuni hjá Føroya Lærarafelag hava tey ein varhuga av, at tað hevur gingið betur í ár hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv samanborið við eitt nú í fjør

Størvini, ið eru sett við nýklaktum lærarum, eru í fleiri førum ikki fulltíðarstørv ella í fullum setanarbroti, og tey eru tíðaravmarkað størv.

- Tað er framvegis ein trupulleiki, at tað eru so nógv lærarastørv í fólkaskúlanum, sum eru tíðaravmarkað. Hetta skúlaárið vóru fleiri enn 100 tíðaravmarkað lærarastørv lýst leyst í fólkaskúlanum. Skulu vit gera nakað munagott hesum viðvíkjandi, mugu vit fara frá verandi játtanarskipan til skúlarnar, og at lærarar bara eru settir í ein skúla. Verður játtanarskipanin minni tongd at næmingatali, og lærararnir settir í einum skúlaøki, kunnu fleiri av størvunum verða sum føst setan og við fullum setanarbroti, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags.

Les meira

.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo