Nøkur av teimum fráboðaðu jólatiltøkunum kring landið í dag, sunnudagin hin 4. desember.
Runavík kl. 15.00
Ársins jólamarknaður í Skótahúsinum, við fleiri tiltøkum og nógvum ymsum sølubásum. Nes Sóknar Musikkfelag spælir kl. 15. Barnakór av Toftum syngur kl. 16.30, Blásarar frá Nes Sóknar Musikkfelag spæla kl. 17.30. Hallur Joensen syngur kl. 19.30. Og jólamenn koma at vitja.
Æðuvík kl. 18.00
Í samband við vøkru Jólabygdina í Æðuvík bjóða Harriet og John av Gørðum til heimablídni kafé á Æðuvíkarvegi.
Glyvrar kl. 19.30
Jólakonsert í Glyvra kirkju.
Hvalvík kl. 15.00
Barna- og ljósgudstænasta í Hvalvíkar kirkju.
kl. 16.00 Jólahugni í missiónshúsinum í Hvalvík.
Norðskála kl. 15.00
Adventshugni í Kirkjuni við Norðskála, har jólasálmar verða sungnir og sagt verður frá søgu - jólaevangeliið. Aftaná verður ein drekkamunnur við onkrum góðum afturvið at fáa.
Sørvágur kl 16.00
Altjóða gudstænasta í Sørvágs kirkju. Prædika og sálmar verða á enskum, okkurt barnavinarligt verður á skránni og bólkurin Blátt Gras framførir. Eftir gudstænastuna verður boðið kaffi og køkum í Kirkjuhúsinum.
Kvívík kl. 19.00
Stuðulskonsert fyri "Í Menniskjum Góður Tokki" í Kvívíkar kirkju. Tey, ið fara at framføra eru: Jens Marni Hansen, Magni Christiansen, Kim Hansen, Petra Iversen, Holgar Jacobsen, Bára Silvansdóttir og Bjarta Arge. Konsertin er ókeypis, men møguleiki verður at geva eina gávu til ÍMGT.
Eiði kl. 19:00
Sálmakvøld verður í Eiðis kirkju. Advents- og jólasálmar verða sungnir bæði úr sálmabókini og sálmabókaískoytinum, umframt at eisini andakt verður hildin.
Keldur: Heimasíðan hjá Runavíkar kommunu og heimasíðan hjá Fólkakirkjuni
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo