40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hmm…hesa myndina tók eg á Auguste Rodin-savninum í París leygarmorgunin…hon er av standmyndini Hugsarin, Le Penseur,  frá 1880 og ikki sørt, at nettupp hetta verkið hjá meistaranum er viðkomandi í okkara heimliga menta- og fjølmiðlaumhvørvið nú floksformaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur tikið við sum landsstýrismaður í mentamálum…

Jenis av Rana og onnur við honum í, og viðhvørt eisini uttan fyri Miðflokkin, hava javnan tey seinnu árini sett sjónarmið fram um mentan og miðlar, ið illa kunnu kallast miðjubær, sjálvt ikki í føroyskum politikki…eitt nú hevur nýggi landsstýrismaðurin oftari enn eina ferð latið á sær skiljast, at Kringvarpið átti at verið avtikið…og almenn játtan til list treytast av, at stuðlaða listin var í sama bíbilska anda sum tann á vøtnunum í samkomuumhvørvinum, haðani atkvøðurnar hjá Miðflokkinum koma…

uttan nú er formaðurin, sum sagt, landsstýrismaður í mentamálum…og ikki bara gemeinur tingmaður…hann skal tey komandi árini røkja áhugamálini hjá einari breiðari  fjøld av føroyingum…og ikki burturav vera forsprákari fyri ein trúgvandi minniluta í samfelagnum…nú kundi tað saktans hent, at Miðflokkurin og teir báðir, sum hava umboðað flokkin á tingi seinastu valskeiðini, eru mýktir eitt sindur…yngri og gudfrøðiliga ótrengri sjónarmið sloppin framat í flokkinum og samkomuumhvørvinum sum heild…treyðugt so…

kortini bendir ymiskt á, at teir báðir gomlu Jenis av Rana og Bill Justinussen enn treiskast  og vilja taka úr sama politiska lagdi…tað ljóðaði mær ikki øðrvísi, nú Øssur Winthereig í sendingini Pressan fríggjamorgunin 20. september tosaði við nýggja landsstýrismannin í mentamálum…skilti eg landsstýrismannin rætt, gramdi tað hann, at politisk undirtøka ikki fekst í samgongusamráðingunum fyri at avtaka Kringvarpið til frama fyri privat gjaldsvarp (men við orðinum gjaldsvarp er meint við eina skipan, har hvør rindar fyri tað, viðkomandi vil hoyra ella síggja)… upp á tann mátan hevði eitt rættmiðlað himmiríki kunna latið seg upp fyri høgum og lágum,  sýntist landsstýrismaðurin at halda… ella kanska var tað løgtingsmaðurin, ið aftur gruggaði og vildi gera sær dælt politiskt av misnøgdini við kringvarpsgjaldið…ið hvussu er vóru sjónarmiðini ikki fullhugsað hjá nýggja landsstýrismanninum…tey skinklaðu í skilvísini…eg meini so við…skal privat gjaldsvarp kunna skapa eitt so fjølbroytt miðlaumhvørvi, sum Jenis av Rana sýnist at ímynda sær, krevur tað ein gjaldbæran marknað…og hann er ikki til í Føroyum…

tað er rætt og slætt ein dreymsjón, tá summi billa sær inn, at føroyski marknaðurin kann bera fleiri kringvarp búskaparliga, skulu hesi kringvørp nær námind evna at veita tað almennu tíðinda- og upplýsingatænastu, sum KvF ger í løtuni… so eg tali nú ikki um at røkja lógarásettar mentanarskyldur…

vit síggja, hvussu bløðunum gongst…tey sigla í hálvum kavi eins og gamlir kolatrolarar…so óstøðug…kunna nær sum helst ganga burtur fíggjarliga…og royndirnar, sum higartil hava verið gjørdar við privatum útvarpi, og fyri alt tað sjónvarpi við, tey seinastu tjúgu árini, hava á ongan hátt givið áneyðir at halda, at nakað fjølbroytnisparadís er at finna tann vegin her á klettunum…og líta vit uttan um okkum, yvir fjølmiðlaumhvørvið aðrastaðni, har marknaðurin tó er bæði hundrað og hálvtannað hundrað ferðir størri enn tann føroyski, eitt nú í Noregi, Danmark og Svøríki, so hevur eitt alment Kringvarp verið og er fyritreytin fyri óheftum tíðindaflutningi og almennari upplýsingatænastu á dygdarbærum støði…ja, sjálvt tá ið marknaðurin er hálvt annað hundrað ferðir størri enn tann føroyski, megnar privat gjaldsvarp kortini ikki at gera mentanarliga lít…hinvegin man landsstýrismaðurin hava rætt í, at tað kann loysa seg, ja, skjótt sagt vera gagnligt fyri føroyska miðlaumhvørvið, at KvF útveitir partar av sínum virksemi, eitt nú undirhaldssendingar, men kjarnuvirksemið, tíðindaflutningur og almenna upplýsingatænastan krevja  enn sum fyrr at vera alment fíggjað so ella so…annað er at taka sær óhyggju fyri…ja, beinanvegin at spæla sær við fólkaræðinum, tí tað er nú einaferð so, fólkaræðið skapast av høgum vitanarstøði…tað er ein stór ábyrgd at velja og tann ábyrgdin krevur m.a. eitt fjølmiðlaumhvørvi, ið er annað og meir enn tann seráhugamálaverja, sum privat gjaldsvarp óumberliga hevði verið (sjón gongu fyri Sjey-varp, mundi eg sagt)…

í samrøðu við Sosialin (í vikuskiftisblaðnum 19. September) varð nýggi landsstýrismaðurin í mentamálum so spurdur um listina og viðurskiftini hjá listafólki í Føroyum…nú er ikki altíð lætt at vita, hvussu ein prentað samrøða svarar saman við tað, ið varð sagt…men yvirskriftin boðaði ikki frá góðum:  Listastuðulin skal koma teimum røttu til gagns…teimum røttu??...vónandi er hetta okkurt  mismæli…ein politisk orðalagskiska…ella meinar landsstýrismaðurin, at higartil hava tey „røttu“ onkursvegna verið umlopin, enntá órættaði, tá tað tað galt at fáa eitt nú listafólkaløn…og hvørji eru tey „røttu“?…og fyri alt tað tey „órøttu“?…skal orðingin skiljast soleiðis, at listarlig evni og hegni nú skulu metast eftir, hvussu „rætt“ viðkomandi hugsa trúarliga ella politiskt…ja, tíverri er neyðugt at spyrja í hesum Harrans ári tjúguhundrað og nítjan…

er landsstýrismaðurin rætt endurgivin í prentaðu samrøðuni,  gevur hann eisini ilt av sær um listarstuðul sum heild…heldur tað vera í meira lagi, sum føroysk listafólk fáa…tey eiga at leggja ein störri part til sjálvi, sigur hann og leggur afturat: tað ber ikki til bara at fáa og fáa…(nei, hvat tá…listafólk eru jú eingin reiðaraaðal við politiskt givnum og ósvitaligum rættindum til at fáa og fáa)…í fyrsta lagi tykist landsstýrismaðurin her enn og aftur at yvirmeta føroyska marknaðin og hvat hann kann bera…tað er hálvavegna, sum gyklar Jenis av Rana fram fyri seg, at føroyski marknaðurin er ein himmalsk vídd  og amerikansk í vavi… seta vit bert álit okkara á henda marknaðin, tá greiðist hvør vandi  av sær sjálvum… alt verður rætt og gott…men tað er tvørturímóti…tað fer hann skjótt at sanna, leggur hann í…tí sama hvør marknaðarliga turkatrúgvin er, rennur hon seg fyrr ella seinni ímóti…íðan er marknaðurin hjá okkum, góðum hálvtrýss túsund sálum, hvørki í himli ella í Amerika, hann er á jørðini, í einum til tað kørgum og klettagráum lendi…her er einki fullkomið, langt burturfrá…hvaðna minni greiðist nakar vandi av sær sjálvum…

og eins og við tíðindaflutninginum hanga nógvir fordómar uppi við tann sokallaða listastuðulin…leingi varð so at siga allur innlendur tíðindaflutningur í Føroyum beindur gjøgnum floksbløð og tá útvarpið kom, lá tað undir happinum, sum Niels Juul Arge tók til, og slapp ikki uttan víðari at bera óheft tíðindi, eitt nú úr  tinginum…tíðindaflutningur, sum ikki snaraði í hetta ella hatta strikið á partapolitisku kumpassini, var onkursvegna illgrunaverdur, hann rak annans ørindi…um tað var breið semja millum politikarar…og enn treiskast slíkir fordómar móti betri vitan…

og tað er einki øðrvísi við listarligum virksemi…frá um nítjanhundrað og mest alla tjúgundu øld var føroysk ritlist t.d. fyrst og fremst eitt hugsjónarligt tiltak…tilvitað tjóðarbygging…eingin ætlaði sær sjálvum ella øðrum samsýning, tíansheldur løn fyri at skriva á føroyskum…og hetta er enn annar tráðurin í orðaskiftinum um list og listarligt virksemi…tað verður hildið fyri nasvíst, næstan eitt slag av hugsjónarligum sviki at fáa løn fyri at skriva…og serliga skaldskap…skaldskapurin er  løn í sjálvum sær, verður sagt…skrivandi skulu takka fyri at hava tað so frægt, sum tey gera…aðrastaðni verða høvundar fongslaðir…nei, ólíka rúmsáttari í Føroyum…

men tíðirnar eru broyttar frá tí, sum var í tretivunum t.d., tá ið Heðin Brú skrivaði Feðgar á ferð ella í fjørutinum, tá Martin Joensen gav Fiskimenn út…tá baldist sjómaðurin á deyðsiglarum við ongum hentleikum av nøkrum slag og eini ársúrtøku, sum nóg illa hevði dugað fyri streym og hita nú á døgum…korini hjá sjómonnum eru sum betur fer nógv batnaði…og kastaðist tíðin so sniðfundiga um, at  ein sluppfiskimaður endaði umborð á einum skipi í uppisjóvarflotanum, hevði hann óivað kent seg sum Jeppi gjørdi, tá hann vaknaði í seingini hjá baróninum…hinvegin eru korini hjá skrivandi lítið sum einki broytt síðani í tretivunum og fjørutinum…enn verður skriving ikki viðurkend sum eitt yrki…ið hvussu er ikki skaldskapur…og kortini er tað so, at føroyska samfelagið brúkar teir tekstir, ið føroyskir høvundar leggja úr hondum á føroyskum…javnt einstaklingar sum stovnar, eitt nú skúlaverkið…tekstir eftir føroyskar høvundar verða settir á pall og lisnir og eru annars hentir við óteljandi almenn og hálvalmenn høvi…íðan er føroysk tekstframleiðsla eisini ein tænasta til samfelagið…hon keypist ikki aðrastaðni frá…og er tiltrongd…ger sítt til at stimbra og menna føroyskt mál…mergin í mentan okkara, ja,  sjálv dygdin…

men so undarliga vil til…føroyska samfelagið ivast ikki í at gjalda fyri at undirvíst verður í føroyskum tekstum, og heldur tað eisini vera sjálvsagt at løna fólkið fyri at lána bøkur út á bókasøvnum, fyri at rættlesa, umbróta og prenta tær, fyri at hava tær á goymslu hjá Bókamiðsøluni og fyri at selja tær í bókhandlum…men fyri at skriva bøkur…nei, tá hveppist samfelagið við og hyggur í nevan…

tað gav at bíta, tá ið eitt blað fyri hálvum øðrum ári síðan og helst við tí fyri eyga, at skattgjaldarar um landið skuldu øtast við, birti ein lista á síðum sínum yvir tey, sum „høvdu fingið mest“ úr Mentanargrunni Landsins… ovast á listanum trónaðu tríggir rithøvundar…øll yrkishøvundar og uttan iva millum teir avrikamestu í føroyskari ritlistarsøgu…hesi trý høvdu eftir yvirlitinum at døma „fingið“ um og beint oman fyri eina millión krónur játtaðar í starvslønum hvør tey átjan árini frá tí, mentanargrunnurin varð umskipaður í tjúguhundrað og eitt…til samanburðar kann nevnast, at fólk í fulltíðararbeiði og lønt eftir lønarsáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum í sama tíðarskeiði, altso í átjan ár, í miðal „fingu“ fýra milliónir krónur í løn fyri sítt avskast til samfelagið…

við øðrum orðum av teimum lágløntu á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru yrkishøvundar lægst løntir av øllum…(og lat meg fyri ordans skyld skoyta uppí her, at ivasamt er, um onnur listafólk eru stórt betur fyri, eitt nú sjónleikarar, ið burturav hava føroyska marknaðin at dúva uppá)…inntøkur av bókasølu, bókasavnsgjaldi, skúlavitjanum, upplestrum o.ø. eru hvørvandi smáar…sjálvt ein bók, ið selur væl, t.e. er yvir miðal…ella um og omanfyri túsund eintøk… kastar sjáldan meir enn hálvthundraðtúsund krónur av sær til høvundin, bókasavnsgjaldið ridlar onkustaðni millum fimm og tíggjutúsund krónur um árið, og tað, sum fæst fyri skúlavitjanir og hendinga upplestrar er bara eitt eiti…eitt gott ár einar fimm, sekst túsund krónur…alt samanlagt ger hetta ongantíð eina lágmarksløn fyri fulla arbeiðsviku eftir sáttmálunum hjá arbeiðarafeløgunum…og at skriva bøkur er einki løtuverk (og sama kann sigast um annað listarligt arbeiði)…tað krevur fullan arbeiðsdag, um nakað skal spyrjast burturúr kappingarført við tað alsamt vaksandi úrvalið av útlendskum tilfari…

nei, rit- og onnur føroysk list verður ikki til av sær sjálvari upp á onkur himmalsk ella vestanhavsættað marknaðarkor…skal tjóðini verða mentanarligt lív lagað í samtíðini, í okkara gráa føroyska veruleika, er átrokandi neyðugt, at samfelagið ristir gamlar fordómar av sær og ásannar, at listafólk eiga løn uppiborna fyri sítt íkast til samfelagið á jøvnum føti við onnur.

Og eitt átti nýggi landsstýrismaðurin at lagt sær í geyma og fyri tann skyld hvørt landsstýrisfólk í mentamálum frameftir:

har livst sum listin trívst…

og ikki síðst tann „ónormala“ listin…

Helst so velst…

Carl Jóhan Jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo