40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, hevur sett Nomi Jacobsen í starvið sum fyrstalærara í Skála skúla frá 1. august 2019 at rokna.

Nomi Jacobsen er 56 ára gomul og hevur hetta síðsta árið verið fyrstilærari í tíðaravmarkaðum starvi í Skála skúla. Hon tók læraraprógv í 1989, umframt at hon m.a. hevur tikið Diplomútbúgving í sernámsfrøði, skeið í leiðslu og er ávegis við Diplomútbúgving í leiðslu.

Nomi Jacobsen hevur eftir lokna læraraútbúgving øll árini starvast í fólkaskúlanum, fyrstu árini sum einalærari, eitt skifti sum lærari og síðan fyri tað mesta sum fyrstilærari. Eisin hevur hon verið  skúlastjóri í Vestmanna skúla í tvey ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo