Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Umframt vertirnar Oliver Joensen og John William Joensen, verða ein røð av dags aktuellum gestum og samrøðum. Aksel V. Jóhannesen, løgmaður, Jógvan Skorheim, borgarstjóri, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost og nýggi KÍ-leikarin, Súni Olsen, verða beinleiðis.

Harafturat verður samrøða við Bergur Jacobsen, sum er prestur í Keypmannahavn, um tíðina tá hann var blaðstjóri á Norðlýsinum. Eisini verður ein samrøða sum Norðlýsið gjørdi við Mr. Wang í 2011 sum tá var 41 ár og arbeiddi umborð á Lafayette.

Mr. Wang býr í Lai Xi í Quingdao Kina. Hann hevur verið 20 av sínum 41 árum til skips, arbeitt eitt ár umborð og so 3 mánaðir í landi. Norðlýsið hevur eisini tosað við aðrar kinverjar, sum í 2011 arbeiddu undir sera vánaligum umstøðum og treytum, og virkaðu føroyska fiskatilfeingi, sum landsstýrið vegna Føroya Fólk seldi hægstbjóðandi. Tað vóru hendurnar hjá hesum kinversku arbeiðsmonnum sum  fíggjaðu uppboðssøluna hjá makrelsamgonguni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.

Eftirfylgjandi varð eingin eftirmeting gjørd av royndaruppboðssøluni – sum framvegis er eitt heitt politiskt kjakevni, og er m.a. ein partur av uppskotinum til nýggja fiskivinnulóggávu sum nýggja landsstýrið arbeiðir við.

Sendingin verður tveir tímar millum kl. 13 og kl. 15 seinrapartin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo