40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Hvør er føroya næsti youtubari? Ella filmsleikstjóri? Tað fáa vit møguliga boð uppá á barnafestivalinum 2018.

Um ein góðan mánaða byrjar barnafestivalurin við list fyri børn, við børnum og ikki minst hjá børnum. Í ár verður tað framtíðarinnar filmslistafólk, sum sleppa at royna seg.

Norðurlandahúsið bjóðar nevniliga øllum børnum at gera stuttfilmar, sum verða vístir á stórskíggja allan barnafestivalin. Evnið er “Norðurlond”.

Norðurlandahúsið hoyrir til eina famliju av norðurlendskum stovnum og samskiftir dagliga við fólk úr Danmark, Íslandi, Svøríki, Noregi, Álandi, Finlandi og Grønlandi.

Men hvat vita Føroysk børn um Norðurlond? Hvat hugsa tey um, tá tey hoyra orðið “norðurlendskt”? Hvat binda tey saman við Danmark, Finland, Grønland osfr? Skilja tey norskt ella svenskt?

Evnið kann tulkast sera breitt, og øll sløg av filmum eru vælkomin: skemtifilmar, actionfilmar, videoløg, náttúrufilmar, stop-motion filmar, teknifilmar, heimildarfilmar ella okkurt heilt annað slag av filmi.

Hví film? Tí tað er tann miðilin, sum børn í dag brúka mest.

Filmarnir skulu vera í mesta lagi 2 minuttir langir. Teir skulu vera gjørdir av børnum og vera fyri børn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo