40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í sambandi við Barnafestivalin 2017 í Norðurlandahúsinum, verður skipað fyri tiltaki um barnarættindi fyri næmingum í 7.flokki.

Vit fara at hoyra framløgur og tosa um barnarættindi sum heild, tó verður serligur dentur lagdur á ávirkan. Greinarnar 12 til 15 í Altjóða Barnarættindasáttmálanum snúgva seg um rættin hjá børnum og ungum at siga teirra hugsan og hava ávirkan á egið lív. Áskoðan hjá børnum og ungum, luttøka og ávirkan teirra er eisini eitt høvuðsevni í arbeiðinum hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum 2016-2022 viðvíkjandi børnum og ungum í Norðurlondum.

Endamálið við tiltakinum er at kunna næmingarnar um teirra rættindi, og at geva teimum møguleika at koma við síni áskoðan um trý útvald evni, sum hava ávirkan á teirra tilveru sum ung í Føroyum. Tey trý evnini eru skúli, mentan & list og frítíð & ítróttur.

Landstýriskvinnan í mentamálum ella umboð frá Mentamálanevnd Løgtingsins luttaka, siga nøkur orð og fáa møguleika at hoyra næmingarnar siga sína hugsan. Eisini luttekur Djóni Eidesgaard frá Barnabata, sum fer at greiða frá um barnarættindum á hansara serstaka hátt.

Tiltakið er fult teknað, men eydnast hetta væl er ætlanin at skipa fyri einum størri tiltaki um barnarættindi í 2018.

Barbara Jacobsen, sosiolog, skipar fyri tiltakinum.

Barnafestivalurin verður í Norðurlandahúsinum 1.-9. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo