Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Róðrarsambandið: Nordic Open verður leygardagin 19. mars - har 20 føroyskir rógvarar hava møguleika at gerast norðurlendskur meistari í inniróðri.

Føroyskir rógvarar hava í vetur luttikið í fleiri altjóða kappingum í inniróðri - umframt okkara egnu Grand Prix og FM kapping. 

Av hesum hava føroyskir innirógvarar klára seg sera væl, og hava vunnið fleira heiðursmerkir í teirra bólki.

Luttøkan í inniróður kappingum eru á veg uppeftir og tað er heiðurligt, at føroyskir luttakarar liggja ovarliga á altjóða heiðursplássum.

Føroyskir innirógvarar hava vunnið heiðursmerkir í bretsku, kanadisku, donsku og skotsku

meistaraheirunum - harav flestu gull. 

Harumframt luttóku 7 teirra í heimsmeistarheitinum - og blivu 3 teirra heimsmeistarar og ein róði seg til eitt 3. pláss.

Startrøðin til Nordic Open sæst her:

https://innirodur.rsf.fo/2022/03/17/nordic-open-kapping-i-innirodri/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo