Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Syntesa.fo: Í ár verður Norðurlandahúsið fullsett við føroyskum arbeiðsgevarum, sum vilja koma á tal við lesandi ella fólk við útbúgving ella royndum, sum sóknast eftir starvi ella øðrum samstarvi í Føroyum.  

Jobmatch hevur veruliga vunnið sær sess sum afturvendandi starvstevna millum jóla og nýggjárs, og undirtøkan er vaksandi á hvørjum ári. 

“Í ár var mest sum fullsett við fyritøkum og stovnum longu í oktober mánaði. Vit hava so roynt at útvega meira pláss í Norðulandahúsinum, og á tann hátt hava vit fingið rúm fyri 77 arbeiðsgevarum,” sigur Katrin I. Gregersen, samskipari av Jobmatch. Hetta er tað mesta nakrantíð. 

Longu nú hava nógv fólk bílagt sær eitt jobprát, og til ber at gera hetta umvegis hemasíðuna jobmatch.fo fram til 28. desembur kl. 12. Men best er at bíleggja í góðari tíð. 

“Tað er eitt sera breitt úrvæl av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, hondverk, tænstu, gransking og fyrisiting.  Á heimasíðuni jobmatch.fo ber til at kunna seg um einstøku fyritøkuna ella stovnin,” sigur Katrin.  

Jobmatch starvstevnan verður fríggjadagin 29. desembur í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis fyri vitjandi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo