Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Norðurlondini eru samd um, at tað er ikki nakar avgreiðsluspurningur at lata samfeløgini upp aftur tá støðan við korona virusinum verður minni álvarsom enn hon er nú.

 

- Londini eru samd um, at hetta fer at taka drúgva tíð, tí tað er sera týdningarmikið, at tað verður gjørt stigvíst og skynsamt, so tað ber til at hava tamarhald á støðuni við korona, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, eftir fund við norðurlendsku starvsbrøður sínar.

 

- Vit hava øll nógv at læra av hvørjum øðrum. Somuleiðis er tað týdningarmikið, at vit í Norðanlondum samstarva væl saman, tí einki land klárar einsamalt at loysa kreppuna við korona, sigur landsstýrismaðurin.

 

Norðanlond hava valt ymsar mannagongdir, tá tað snýr seg um at kanna fólk fyri koronasmittu. Kaj Leo Holm Johannesen kunnaði, hvussu vit hava gjørt í Føroyum. Higartil eru uml. 9 % av føroyingum kannaðir fyri korona, sum eisini er tað mesta í Norðanlondum. Fleiri av hinum Norðanlondunum ætla nú at fara undir at kanna munandi fleiri íbúgvar fyri korona, enn tey hava gjørt higartil. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo