Normenn hava dugað væl at fingið gagn úr fiski, vatnkraft, ráevnum í undirgrundini og øðrum við. So væl, at norski oljugrunnurin nú er verdur yvir 11.000 milliardir norskar krónur.
Men hvør sigur, at tað skal enda her.
Ein nýggj frágreiðing, sum greiningarfyritøkan Rygstad Energi hevur gjørt, og sum miðilin E24 endurgevur úr, sigur, at serstakliga nógvur málmur og mineral kunnu vera at finna í undirgrundini.
Mest bjartskygda støðan, sum frágreiðingin umrøður, er, at ein nýggjur ídnaður kann taka seg upp, har 21.000 fólk fara at starvast og árliga sølan er 180 milliardir krónur.
- Um tað verður veruleikin, so hava vit skotið papageykin enn einaferð, sigur Anniken Hauglie (myndin), sum er stjóri í Norsk Olie og Gas við E24.
Nøkur av mineralunum, sum eru at finna í norskum øki, eru kopar, kobolt og sink. Frágreiðingin metir, at onki annað land í heiminum, uttan Fiji, hevur so nógv sum Noreg av hesum mineralunum.
Kobolt verður eitt nú brúkt til at gera battarí til elbilar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo