Fleiri fótbóltsfeløg í Noregi eru rakt av altjóða hackaraálopinum, skrivar NRK.
Servararnir hjá teimum sum umsita atgongumerkjasøluna eru álopnir.
– Tað verður ikki gjørligt at keypa atgongumerkir so leingi feilurin ikki er rættaður, sambært Odds ballklubb.
Men eisini Ålesund, Haugesund, Sandefjord, Stabæk og Kristiansund og fleiri onnur feløg í OBOS-ligaini eru rakt av altjóða álopinum, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo