Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið Dream Scenario, sum norski Kristoffer Borgli hevur leikstjórnað við Nicolas Cage í høvuðsleiklutinum.

38 ára gamli Kristoffer Borgli hevur bæði skrivað og leikstjórnað gerandisligu søguna um anonyma læraran Paul Matthews (Nicolas Cage), sum fólk bráddliga fara at síggja í dreymi. Hetta er karmurin um svørtu komediuna um mannin, sum eingin fyrr hevur varnast, men øll nú hava sæð, tosa um og skriva um á sosialu miðlunum. Hjá Paul verður nýggja dreymatilveran, The Dream Scenario, trupul at ferðast og navigera í, og gerst skjótt ein marrudreymur.

Fyri amerikanska framleiðslufelagið, A24, hevur javnaldrandi amerikanski Ari Aster, sum fyrr hevur gjørt ræðufilmarnar Hereditary (2018) og Midsommar (2019), staðið fyri filmsgerðini. Norski Borgli, sum býr í Hollywood, hevur

fyrr gjørt vælumtókta og virðislønta filmin Syk pike (2022).

Norskir ummælarar geva nýskapandi amerikanska filminum, Dream Scenario, besta ummæli. Aftenposten gevur fimm stjørnur og sigur, við eini siping til fyrra filmin, at hesin nýggi er "Sykt morsom". Aðrir norskir ummælarar siga, at filmurin er "Morsom, satirisk og underfundig med et overskudd av rampete kreativitet", og so stutt og greitt, at "Tidenes beste amerikanske film laget av en nordmann".

Fýra fólk sita í nevndini í Filmsfelagnum, sum hvørt mikukvøld hevur sýningar í Havnar Bio. Tað var í tí biografinum, at Filmsfelagið varð stovnað í 1962. Í dag er hetta einasti biografur í landinum. Tey, sum mynda Filmsfelagið í dag, eru Birgir Kruse, formaður, Ole Wich, nevndarlimur, Rannvá Jónsdóttir, kassameistari, og Jana Mortensen, sum umboðar felagið í Geytadómsnevndini. Sýningar í Filmsfelagnum eru almennar og til ber at koma við ynskjum um film at vísa.

Filmsfelagið 3/4 kl 20:00 Dream Scenario (Kristoffer Borgli USA 2023 102 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo