40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Av 1100 koronaandlátum í Noregi eru 17% hend seinasta mánaðin. Tað fær norska yvirlæknan Mads Gilbert frá Tromsø til at halda, at Noreg gongur ímóti verri tíðum.

- Talið á deyðum veksur hvørja viku og tað er tankavekjandi. Vit eru um at tapa bardagan ímóti pandemiini, og vit vita heldur ikki, hvussu stórur partur av teimum sum verða smittað í dag hava Omikron frábrigdið, sigur hann við Ritzau.

Seinasta samdøgrið eru 2.576 tilburðir staðfestir, tað er 855 meira enn sama samdøgur fyri einari viku síðani. Talið á innløgdum á intensivdeild er eisini skjótt vaksandi.

Mads Gilbert heldur, at tað koma ógreið og mótstríðandi boð frá myndugleikunum. Til dømis skilir hann ikki, hvussu mydugleikarnir kunnu loyva jólaborðhaldum við upp til 100 luttakarum, tá støðan er sum hon er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo