Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Felagið Nótaskip: Nótaskip hevur avgjørt at veita 1 mió. kr. í stuðli til verkætlanina hjá Pál Weihe, yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Verkætlanin hevur til endamáls at kanna myrkatalið av coronasmittaðum í Føroyum. Hóast næstan 9 prosent av øllum føroyingum eru kannaðir fyri coronasmittu, so er ongin ivi um, at tað eru onnur, sum bera smittuna, uttan at vita tað. Hesin bólkur verður nevndur myrkatalið.

 

Kanningin verður gjørd við at máta andevni hjá 1.000-1.500 tilvildarliga valdum føroyingum fyri at fáa at vita, hvussu nógv av hesum hava verið smittað. Hesin kunnleiki ger heilsuverkið betri ført fyri í framtíðini at leggja fyribyrgingina av smittuni til rættis.

 

Limir í Felagnum Nótaskip eru feløgini í teimum trimum samtøkunum: Varðanum, Palla hjá Mariannu og Framherja.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo