Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað er eingin ivi um, at okkara børn bera kostnaðin av, at vit liva í einum avrikssamfelagi. Bíðilistarnir til sálarfrøðingar bara vaksa. Fyrsta stig má vera at endurskoða lands- og pisaroyndirnar í fólkaskúlanum, tí børnini eru meira enn tøl. Tey eru samansett menniskju.

Tí havi eg eisini sett landsstýrismanninum fyrispurning um, hvat vit fáa burtur úr lands- og pisaroyndum. Eru royndirnar veruliga neyðugar, og verða úrslitini brúkt rætt? Hvat ger tað við okkara børn, at stór krøv verða sett frá barnsbeini av?

Eg haldi, at tað er skeivt at síggja fólkaskúlan sum eina klekingarmaskinu við endamálinum at fáa effektiv vaksin fólk við góðum próvtølum. Vit vita, at vit øll kunnu vera væleydnað, hóast vit ikki lyftu Føroyar upp á eitt høgt pláss á altjóða pisalistanum. Vit vita, at framtíðin kann saktans vera bjørt, hóast landsroyndin í 4. flokki gekk illa.

Men tað kann vera eitt stórt tap og avgerandi fyri framtíðina, tá tað gongur illa. Tá próvtalið ikki bleiv sum væntað, so kann tað seta sálarlig spor. Og tá hevur samfelagið skyldu til at traðka til.

Tað besta hevði verið, um okkara børn komu snikkaleys og glað ígjøgnum fólkaskúlan. Tað ber væl til at gera rammurnar betri enn í dag. Men fyrst mugu vit staðfesta, at tað hevur gjørt tað verri, at avrikssamfelagið, royndir og próvtøl eru ein partur av gerandisdegnum hjá børnunum í fólkaskúlanum. Vit mugu aftur til kjarnuna og taka byrðuna av herðunum hjá okkara børnum.

Tað burdi verið nóg mikið, at vit hava eina fráfaringarroynd í fólkaskúlanum og javnar eftirmetingar av, hvussu tað gongur hjá børnunum.

Tey stríðast. Tað síggja vit. Vit mugu taka tey í álvara og fyribyrgja, at fleiri fáa sálarligar trupulleikar. Tað gera vit við at flyta avrikssamfelagið úr fólkaskúlanum, tí tað hoyrir yvirhøvur ikki heima har.

Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo