BirkBlogg: - Her verður søgan søgd um eitt ógvuliga týðandi skeið í okkara nýggju vinnusøgu, sum fulkomuliga hevur broytt okkara samfelag, og útlitini fyri framtíðar menning, segði Líggjas í Bø, tá bókin "Av føroyskum firðum út í stóru verð" varð løgd fram á Bakka í gjár.
Eftir at hava ynskt høvundunum til lukku við bókini, helt Líggjas í Bø hesa kveiktu røðu undir yvirskriftini:
Hugburðurin til nýggjar vinnur
Ídnaðargerðin av samfelagnum í farnu øld hevði við sær, at nógv fólk fluttu av bygdunum til stórplássini.
Hetta merkti, at stórur partur av fólkinum á størru plássunum, høvdu sínar røtur í bygdunum, sum avfólkaðust meira og meira. Hesi fyrrverandi bygdafólk harmaðust um hesa gongdina.
Ivaleyst hevur hugsjónin um bygdamenning sín uppruna í hesum fyribrigdi, og bygdamenning fekk stóra undirtøku í 60- og 70-árunum. Ein avleiðing av hesum var herrópið “Flakavirki á hvørjum tanga.”
Og tá ið so prátið um laksaaling í Føroyum tók seg upp, gjørdi sama grundhugsan seg galdandi, um alarar sum eitt slag av traðarmonnum á føroysku firðunum.
Tá ið stóra alikreppan kom, mátti ásannast, at hugnaligi dreymurin um ali-traðarmenn, ikki hevði hald í veruleikanum - ja var beinleiðis skaðiligur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo