40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Fólkatalið heldur fram við at vaksa, og 1. juni búðu fyri fyrstu ferð 54.000 fólk í Føroyum. Síðani 1. juni í fjør er fólkatalið vaksið við 1,3%. Lutfalsligi vøksturin er lægri enn í undanfarnu tíðarskeiðum, og tað kemur serliga av eini minking í burðaravlopinum.

1. juni rundaði fólkatalið 54.000. Tá fólkavøksturin byrjaði í 2013 lá fólkatalið um 48.000, og fyri fimm árum síðani búðu 50.000 fólk í Føroyum.

Stóri fólkavøksturin seinastu árini er tó viknaður nakað seinastu mánaðirnar. Høvuðsorsøkin er, at færri børn eru fødd og fleiri fólk eru deyð.

Fólkatalið ávirkast av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 162 fólk og eini nettoflyting á 521 fólk.

Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at burðaravlopið er minkað niður í helvt samanborið við undanfarna tíðarskeið. Hetta kemur av, at deyðatalið er vaksið eins nógv og føðitalið er minkað.

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini.

Trendurin gevur ábending um, at munurin millum til- og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk.

Lága burðaravlopið verður tó javnað nakað av nettoflytingini, sum seinasta árið var størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Vøksturin í nettoflytingini kemur av, at tilflytingin er vaksin meira enn fráflytingin er vaksin. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo