Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jóin Ellingsgaard, skipari, saman við teimum fimm monnum sum vórðu bjargaðir

Jóin Ellingsgaard, skipari, saman við teimum fimm monnum sum vórðu bjargaðir

Jóin Ellingsgaard, skipari, saman við teimum fimm monnum sum vórðu bjargaðir

Um kvøldið tann 16. juni 2023 í ár bjargaði rannsóknarskipið Thor Frigg fimm monnum eftir at fiskifarið “Safadi Seif”, var komið illa fyri í brasilskum sjóøki,

Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu stóð at lesa frágreiðing um hendingina:

Í samstarvi við brasilsku sjóverjuna var funnið fram til, hvar áleið báturin síðst var sæddur, og farið var nú í holt við at finna teir neyðstaddu menninar, ið róku fyri vág og vind í einum bjargingarbáti.

Manningin umborð á Thor Frigg roknaði seg fram til knattstøðuna hjá bjargingarbátinum. Hetta var gjørt við at deila tað stóra havøkið upp í smærri lutir. Tað sum á enskum verður rópt “Parallel Search Pattern”.

Eftir eitt døgn av leitingararbeiði sá manningin umborð á Thor Frigg eitt kámt, blinkandi ljós. Jóin gjørdi skjótt av og setti beina kós ímóti ljósinum, sum vísti seg at vera frá bjargingarbátinum. Veðrið var sera ringt og myrkt var eisini, soleiðis at arbeiði við at fáa teir fimm menninar umborð var avbjóðandi. Tað var í tøkum tíma, at báturin var funnin, tí hann var mest sum tømdur fyri luft, men til alla lukku fingust teir fimm umborð, har teir fingu mat og drekka og turr klæði. Bjargaðu menninir vóru útlúgvaðir, tystir og kaldir. Tað fyrsta ein teirra bað um var eitt glas av vatni.

Manningin umborð á Safadi Seif taldi átta mans. Sunnudagin 18. juni, fann ein tyrla hjá sjóverjuni tann sætta mannin, sum eisini varð bjargaður. Tveir mans mistu lívið, eftir at teir lupu á sjógv. Thor Frigg sigldi inn til býin Itajaí tann 18. juni, har familja og tíðindafólk tóku ímóti.

Nú er Jóin Ellingsgaard boðin yvir til Rio de Janeiro av brasilsku sjóverjuni at taka ímóti einum heiðursmerki fyri bjargingina.

Mikudagin flýgur hann til Danmarkar og so víðari til Rio de Janeiro, har hann skal taka móti heiðursmerkinum fríggjadagin, váttar hann fyri VP.

Talan er um hægsta heiðurstekin sum brasilska sjóverjan letur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo