40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Heilsumálaráðið: Fimti hvør føroyingur hevur nú fingið fyrra koppsetingarprikið fyri koronu. Við tað, at eldri fólk og fólk í serligum vandabólki hava verið raðfest fremst, merkir tað, at at kalla øll fólk í Føroyum, sum eru í øktum vanda, verða tey smittað við COVID-19 virusinum, nú eru koppsett minst einaferð.

Tó at tað ikki er sloppið enn, so fegnast Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, um góðu støðuna.

Tilsamans eru 17.280 koppsetingar framdar, av hesum hava 11.751 fingið fyrra prikið, og 5.529 eru liðugt koppsett.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, er samanumtikið væl nøgdur við støðuna.

- Næstan øll okkara gomlu og heilsuveiku fólk eru nú koppsett minst einaferð og eru tí væl vard. Tað gongur væl at koppseta, og takkað verið okkara dugnaligu starvsfólkum í sjúkrahúsverkinum, sum fáa lutfalsliga nógv koppingarevni burturúr hvørjum glasi, hava vit koppsett umleið 2.000 fleiri fólk samanborið við miðal gagnnýtlsuna av koppingarevninum í Danmark. Samstundis gongur tað framvegis sera væl at fanga smittutilburðir hjá fólki, ið ferðast til landið, og forða fyri smittuspjaðing. Eg kann ikki annað enn fegnast um góðu gongdina, sigur landsstýrismaðurin.

Um stígur ikki kemur í veitingarnar av koppingarevni, eru allir føroyingar liðugt koppsettir fyrst í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo