Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bæði í dag og í morgin verður nógvur vindur, upp í ein strúk av norði, tað verður kalt, sum frálíður minus trý stig og tað kavar.

Týsdagin frískur vindur av norði, kavaælingar allan dagin men eisini onkrir sólglottar, hitin um ella beint undir frostmarkinum.

Mikudagin hvassur vindur av norði, tað kavar allan dagin, onkur sólglotti og hitin um frostmarkið.

Hósdagin minkar vindurin sum frálíður, men tað verður eisini kaldari, niður í minus trý stig ella kaldari, kavaælingar av og á.

Fríggjadagin mestsum stilli, ein ond eystaneftir, okkurt kavaæli fyrrapartin og kalt, minus trý stig ella kaldari.

Næsta vikuskifti verður umleypandi veður, tað verður lýggjari og tað fer at regna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo